Nýggjar ræðumyndir úr Irak

Nú verður tann servanda deildin hjá amerikanska herinum, Delta Force, løgd undir at hava farið illa við irakskum fangum

Sambært sjónvarpinum CBS eru 24 myndir komnar undan kavi á einari teldu. Trettan teirra hava longu verið almannakunngjørdar, men hinar ellivu hevur eingin sæð fyrr.

Ein onnur sjónvarpsstøð, ABS, vísti fyrrakvøldið nakrar av myndunum. Á nøkrum teirra standa tveir hermenn úr teirri servandu deildini Delta Force uppi yvir líkinum av einum irakskum fanga. Sambært ABS er talan um Manadel al-Jamadi, sum doyði í Abu Ghraib-fongslinum, eftir at amerikanskir hermenn høvdu tikið hann.

Tað hevur fyrr ljóðað, at al-Jamadi doyði av løstum, sum hann hevði fingið, tá amerikanararnir avhoyrdu hann í fongslinum. ABC sigur seg hava fingið at vita frá øðrum hermonnum, at líkið av al-Jamadi bleiv lagt í ís og síðani poakkað í ein plastikkposa. Á myndunum, sum vórðu vístar hóskvøldið, standa tveir av hermonnunum brosandi uppi yvir líkinum.

Ein talsmaður hjá amerikanska verjumálaráðnum segði hóskvøldið, at tær nýggju myndirnar verða sendar teimum, sum kanna ágangin ímóti fangunum í Irak.

Nógvir amerikanarar halda, at uppaftur fleiri myndir fara at koma undan kavi. Republikanski senatorurin John Warner sigur við ABC, at kanningarnevndin hjá Senatinum hevur sæð 1600 myndir, sum avdúka grovan ágang ímóti irakskum fangum.