Nýggjar samráðingar við ES

Fyri at bøta um støðuna hjá Føroyum í hesum høpi fer landsstýrið at taka samstarvið við ES upp til nýggja viðgerð

Landsstýrið ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið um nýggjar samráðingar við ES.

Hetta segði Anfinn Kallsberg, løgmaður, í løgmansrøðuni á Ólavsøku.

Hann vísti á, at tá Danmark fór upp í ES í 1973, fóru Føroyar saman við Danmark burtur úr EFTA. Føroyar hava síðani ikki havt møguleika fyri at luttaka í eitt nú EBSøsamstarbvinum millum ES og EFTA ella í fríhandilssáttmálum, sum EFTA hevur gjørt við londini í Eystureuropa og annars uttan fyri Europa.

Fyri at bøta um støðuna hjá Føroyum í hesum høpi fer landsstýrið at taka samstarvið við ES upp til nýggja viðgerð. Landsstýrið fer at leggja eitt uppskot fyri løgtingið um at biðja ES um nýggjar samráðingar.

? Um løgtingið tekur undir við hesum uppskotið, fer løgmaður til Brússel seint í heyst at handa formanninum í ES-nevndini eina áheitan um samráðingar. Gongst sum ætla kann vónandi vera farið undir samráðingar einaferð seint næsta ár, segði Anfinn Kallsberg í røðuni.

Samráðingarnar við Russland og Letland um sínamillum fríhandilssáttmálar eru um at vera loknar. Sáttmálin við Russland verður væntandi fullkomin fríhandilssáttmáli við ongum avmarkingum fyri vøruhandil.

Í partinum um uttanríkismál greiddi løgmaður eisini frá, at landsstýrið leggur dent á at gera Føroyar sjónligari og virknari í norðurlendskum politikki.

Í hesum sambandi hevur landsstýrið skotið upp, at samstarvið hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharrastovninum við grannøki verður víðkað til eisini at fevna um grannaøki hjá Útnorðurlondum. Hetta eru Hetland, Orkneyoyggjarnar, Hebridurnar, Skotland, Írland og kanadisku økini vestanfyri.

Undir heitinum The Northern Perphery verður í næstum skipað eitt økispolitiskt samstarv millum Føroyar, Grønland, Ísland, Skotland, Noreg, Svøríki og Finland. Samstarvið er íkomið í ES og hevur til endamáls at fremja samvinnu, sum kann hava við sær búskaparliga samanrenning millum londini, umframt menning av viðkomandi samstarvsøkjum.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder