Nýggjar tíðir hjá landsliðnum

Fótbóltur: Allan Simonsen ásannar, at úrslitini undan summarsteðginum hava við sær, at krøvini til føroysku spælararnar at skapa meiri eru økt rættuliga nógv

Sum hjá øllum øðrum føroyingum, sum fylgja og taka á við fótbóltslandsliðnum, so var Allan Simonsen vónbrotin, tá hann eftir lokið stríð og enn eitt tepurt tap møtti føroysku pressuni.

? Det her er rigtig træls, helt danski venjarin fyri, og útgreinaði, at í einum dysti, har mótstøðumenninir ongan málmøguleika høvdu fyrrenn síðstu løtuna, tá føroyingarnir meiri ella minni sleptu verjuskyldunum í royndini at javna, taptu føroyingar alíkavæl.

? Málið, sum teir fáa, eigur verjan hjá okkum alt sum tað er. Tað kann gott vera, at Jákup stóð í so aftarlaga, tí frísparkið varð skotið úr so stórari fjarstøðu, men tað eru stóru menninir í verjuni, sum standa og snorksova, og teir vita væl, at ein sovorðin balónbóltur so langt úti frá, sum hasin bólturin kom, eigur ikki fáa loyvi at koma inn undir málið til einasta mannin, sum teir hava stutt úr málinum, uttan at onkur av okkara syrgir fyri, at hann verður fingin av vegnum.

Deyðbóltarnir tykjast av álvara at vera vornir ein trupulleiki?

? Ja. Og eg kann ikki siga so nógv annað enn bara at ásanna, at aftur hesa ferð var tað ein deyðbóltur, sum kostaði okkum stig. Hetta er nakað, sum vit venja hvørja ferð vit eru saman, men eftir at hesin veikleikin hevur verið burtur í fleiri dystum, er hann komin aftur nú hesar seinastu dystirnar, og tað er sera harmiligt.

Hvussu heldu tú, at tað hevði myndast, um teir ikki høvdu havt fingið hatta málið?

? Tað er hypotetiskt tos, men tað er ikki óhugsandi, at teir, sum dysturin hevði liðið, høvdu kent seg noyddar at fara longri fram á vøllin, og tað hevði so aftur kanska givið okkum onkran møguleika, sum vit ikki fingu hesa ferð


Nýggj støða

Undan summarsteðginum megnaðu føroyingarnir tveir javnleikir móti eftir føroyskum viðurskiftum tveimum stórum fótbóltstjóðum, og landsliðsvenjarin ivast ikki í, at tað eru úrslitini móti Skotlandi og Bosnia, sum eru orsøkin til, at tey bæði baltisku liðini, sum hava verið í Føroyum ta síðstu vikuna, hava verið so afturhaldandi:

? Tað er heilt týðuligt, at teir halda fleiri spælarar afturi á vøllinum enn hini londini hava gjørt, sum hava verið í Føroyum. Teir bíða bara eftir, at okkara menn skulu gera okkurt mistakið, og so eru teir eirindaleysir og sekta. Leygardagin fekk Estland tvey mál burturúr lítlum, og í dag fekk Litava eitt mál burturúr ongum. Hetta eru áminningar um, at tað kostar at gera mistøk, og at teir liggja so aftarlaga ger, at fremstu menninir hjá okkum fáa ikki teir møguleikarnar, sum teir annars altíð hava fingið. Vit skulu nú skapa spælið, og tað setur onnur krøv enn tey, sum vit higartil hava skula nøkta fyri at fáa mál.

Men krevur hetta eisini, at tað koma nýggir spælarar inn á liðið?

? Tað skal altíð vera høvi hjá nýggjum monnum at koma á liðið, og í dag sóu vit enn eina ferð, at Fróði Benjaminsen kom inn á miðvøllin og stóð seg væl. Men tað er ikki neyðugt at skifta so nógv út. Heldur skulu spælararnir leggja uppaftur størri orku í at samanspæla skjótt og væl á miðvøllinum og arbeiða uppaftur meiri fyri at bróta ígjøgnum í borðunum og harvið leggja skørp innlegg í brotsteigin. Hetta eru vit ikki nóg góðir til, og tað sæst aftur í, at vit fáa ikki nógvar møguleikar móti liðum, sum hava nógvar spælarar afturi á vøllinum.

Tú hevði roknað við meiri enn tveimum tapum, tá tú í síðstu viku komst til Føroya?

? Tú vónar altíð at tað skal gangast væl, og tá tað frammanundan hvur roynst væl, so vónar tú tað uppaftur meiri. Men hetta er torført, og tað skal arbeiðast nógv og miðvíst fyri at røkka eitt sindur longri fram. Sjálvandi hevði tað havt verið hugaligt at havt fingið stig burturúr hesum dystunum, men soleiðis skuldi tað ikki vera hesa ferð, staðfestir Allan Simonsen landsliðsvenjari.