Tað er ikki á hvørjum ári, at talan er um mettíðir í ólavsøkuróðrinum. Tað sæst í vinnaratíðunum í ólavsøkuróðrunum síðani 1973, sum vóru at síggja í Sosialinum fyrr í vikuni.
Skálabáturin vann í 1992 FM og ólavsøkuróðurin. Ólavsøkutíðin var 3.52.00. So skjótt hevur eingin bátur róð stutta ólavsøkuteinin – hvørki fyri ella síðani.
Nýggjasta ólavsøkumetið setti Tvørabáturin í kappingini millum 6-mannafør við monnum í 2009 ella fyri níggju árum síðani. Tá var vinnaratíðin 4.12.06. Kappingin millum 6-mannafør við monnum hevur verið síðani 1975.
Súlan úr Sørvági eigur metið í kappingini millum 5-mannafør við dreingjum. Hon var mannað við havnardreingjum í 1994. Teir vóru so mikið óførir, at teir settu met – 4.14.68. so skjótt hevur einki annað 5-mannafør við dreingjum róð.
Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag eigur metið í kappingini millum 8-mannafør. Í 1999 vann Ørvur í tíðini 4.03.21. Hetta var nýtt met fyri nítjan árum síðani, og eingin hevur megnað at tikið metið hjá Ørvi.