Ein føðingardagur umleið triðja hvønn dag. Tað er kanska nakað nógv í longdini. Tí hava starvsfólkini og tey 166 børnini á Frítíðarskúlanum í Hoyvík í staðin valt at halda ein stór føðingardag hvønn mánað.
- Ein føðingardagur er ein serligur dagur hjá tí, ið fyllir. Men tá føðingardagar nærmast eru gerandiskostur, so missir hesin dagurin tað serliga. Og tað er spell. Tí hava vit valt at sláa allar føðingardagarnar í hvørjum mánaði saman og halda ein stóran føðingardag ístaðin, sigur Levi Mørk, leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Mikudagin var nýggja føðingardagsskipanin fyrstu ferð roynd, og hon eydnaðist væl, sigur leiðarin á skúlanum. Átta børn og ein vaksin hildu føðingardag, og hetta varð gjørt við barnasangi, kaka og bollum.
Frítíðarskúlin í Hoyvík fekk annars eina óhepna byrjan í fjør. Arbeiðið at gera skúlan var ikki heilt liðugt, tá skúlin lat upp, og hetta skapti ávísa umrøðu av skúlanum í fjølmiðlunum. Tað hava tey á skúlanum harmast nógv um. Men hesi viðurskifti eru nú komin í rætt lag. Og sum skilst trívast bæði børn og vaksin í nýggja umhvørvinum.
Fleiri av starvsfólkunum eru annars ítróttarfólk, og hetta sigst avspegla gerandisdagin hjá børnunum, sum spæla nógvan hondbólt og fótbólt. Skúlin verður eisini av summum róptur "Ítróttarskúlin í Hoyvík".