Níggju kavarar prógv sum bjargingarkavarar

Seinastu 14 dagarnar hevur Tórshavnar Sløkkilið havt skeið fyri sínum kavarum. Í dag fáa teir nýggju handa prógvini.

Skeiðið er tilætlað kavarum, sum starvast sum sløkkiliðsfólk. Skeiðið, sum kallast ?Redningsdykker? og gevur rætt til at fremja bjarging niður á 25 metra dýpi, og er krav fyri at kunna virka sum bjargingarkavari í Danmark og Noregi, og eru kavararnir hjá Tórshavnar Sløkkiliði nú á sama støði sum hini Norðurlondini.

Kavaraskúlin ?Safe Air?, sum er góðkendur skúli av Søfartsstyrelsen í Danmark, hevur staðið fyri skeiðnum. Skeiðshaldari hevur verið Kim Berg, sum dagliga arbeiðir hjá Århus Brandvæsen sum kavari og sløkkiliðsmaður, men sum eisini undirvísir á kavaraskúlanum. Afturat honum hevur Heiðrikur Christiansen frá Tórshavnar Sløkkiliði verið hjálparinstruktørur.

Á skeiðnum, sum hevur verið sera krevjandi, hava kavararnir vant í bjarging í havnum, áum, vøtnum, aliringum, kloakkum og saman við tyrluni hjá Atlantic Helicopters.

Sostatt er Tórshavnar Sløkkilið nú enn betur ført fyri at veita hjálp, um vanlukkur skuldu verið fyri.

Skeiðið er nú liðugt, og fáa 9 kavarar handað prógvini av Heðin Mortensen, borgarstjóra, við eina innanhýsis samkomu í kvøld.

Fleiri myndir frá skeiðinum eru at síggja við at trýsta á leinkjuna undir her.