Talan verður um lyklauppgerð á Eiði, tá ið ÍF seinnapartin verður gestur hjá EB/Streymi. Tølini siga, at báðir partar hava stórar trupulleikar í verjuni. Tá ið hesi bæði liðini fyrr í ár hittust í Hólmanum, vann ÍF 2-0.
Síðani 2-0 heimatapið ímóti ÍF hevur EB/Streymur vunnið eitt stig í Sarpugerði (1-1). Fýra tær seinastu ferðirnar hevur eingin úrtøka verið, og dystirnir eru taptir við samlaða málmuninum 6-22.
Ragnar Samuelsen og Sveinur Lava Olsen eru leigaðir úr B36, men tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at fara á vøllin ídag. Sveinur Lava Olsen er skaddur í liðbandi og verður neyvan við undan summarsteðginum, og Ragnar er darvaður av heilaskjálvta.
Síðani 2-0 sigurin í Hólmanum hevur ÍF tapt allar seks ferðirnar. Samlaði málmunurin fyri hesar dystirnar er 2-18.