Føroya Banki
Nýtt sethúsalán við heitinum Skáalán
Rentulækking úr 4,25% niður í 3,85% fyri vanlig sethúsalán. Samstundis er øktur møguleiki fyri gjaldsskáa. Fullan skáa kunnu lántakarar hava í minsta lagi ein mánað og í mesta lagi eitt ár fyri hvørji trý lánsár uttan gjaldsskáar. Umframt hetta kann lántakarin velja avdráttarskáar eftir vild og harvið bara rinda rentu men ongan avdrátt í mesta lagi trý ár.
Kostnaður av umlegging: 4.000
Føroya Sparikassi
Realkreditt-lán upp til 60% av metta bústaðarvirðinum. Hini 40% verða fíggja sum vanlig sethúsafígging.
Møguleikar fyri:
- Rentutillaging, sum gevur lægst møguligu rentuna við at fylgja marknaðarrentuni
- Fastrentu, har rentan verður ásett til sama sat alt lánstíðarskeiðið
- Garantilán, gevur lága rentu, samstundis sum rentuloft verður tryggjað
- Øll trý lánisløgini geva møguleika fyri avdráttarskáa í upp til 10 ár
Lægsta renta er í løtuni 3,71%. Við Fastlán er rentan 5,70%.
Kostnaður av umlegging: 1,75% av lánsupphæddini í stovningarprovisión.