Nýggjur brandbilur loysir gamalt mál

Sørvágur: Á bygdaráðsfundi í farnu viku samtykti bygdaráðið at keypa nýggjan brandbil til kommununa.

Málið at keypa nýggjan brandbil til kommununa hevur verið frammi í eini 8 10 ár. Kostnaðurin er 1,7 mió. kr
Avgerðin byggir á tilmæli frá teknisku nevnd og fíggjarnevndini um at keypa brandbilin frá VR bilar og HMK Ringe.
Kristian Olsen, Arnjohn Hvítklett og Eivin H. Jacobsen hava ráðgivið kommununi í samband við keypið.