Jákup Eli Joensen eigur vælkenda hittið, Vanja, sum hevur verið nógv spælt í loftmiðlunum seinastu árini. Nú er eitt sokallað boyband sett á stovn, sum hevur gjørt eina sukursøta útgávu av hittinum Vanja.
Dánial Gomez, Terji Djurhuus, Jóhannes Lamhauge og Ólavur á Váli Olsen hava stovnað ein bólk saman, sum ber heitið All In.
Bólkurin er eitt sokallaður boyband, sum í sjangru kann samanberast við Westlife, Take That og Backstreet Boys.
Hesir hava nú gjørt eina nýggja útgávu av lagnum Vanja.
Teir arbeiða í løtuni við at gera aðrar útgávur av føroyskum hittum, og miðja ímóti at framføra fyri fyrstu fer við All In í summar.
Myndina hevur Kenneth Jørgensen tikið.