Nýggjur eftirlønargrunnur stovnsettur

Á eykaaðalfundi hjá Føroya Arbeiðarafelag leygardagin bleiv einmælt samtykt at stovnseta ein nýggjan eftirlønargrunn

Allir limir, sum vóru á eykaaðalfundi leygardagin tóku undir við at seta ein nýggjan eftirlønargrunn á stovn. Samtykt varð at seta 25 milliónir sum stovnsfæ.
Ingeborg Winther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað bert manglar Tryggingareftirlitinum at góðkenna tað.
Tað at ein nýggjur eftirlønargrunnur er stovnsettur merkir, at allir limir felagsins hava rætt til eftirløn úr grunninum, tá tey eru farin upp um 60 ára aldur.
Men Ingeborg vísir á, at tað tekur langa tíð at byggja ein tílíkan grunn upp.
- Tað tekur eitt heilt ættarlið at byggja ein eftirlønargrunn upp, so tað sigur seg sjálvt, at tað verður ikki nógv til limirnar, sum í dag eru millum 40 og 50 ára aldur og uppeftir. Men hetta er so altíð ein byrjan, og tað kemur at verða betur fyri limirnar í framtíðini, sigur Ingeborg Winther.
Hon sigur eisini, at hetta merkir ikki, at fólkapensjiónin skal avtakast, tí tað kemur ikki at verða nóg mikið til limirnar bert við nýggja eftirlønargrunninum.
Tað kemur at verða munur á, hvat hvør limur fær kortini. Tað vil siga, at teir limir, sum hava eina inntøku á 200.000 til 250.000 og uppeftir fara at fáa væl meiri í eftirløn enn tey lægri løntu. Ingeborg sigur, at soleiðis vil tað altíð verða.
- Sjálvandi er tað harmiligt, men tað er so, og við hesum nýggja grunninum royna vit at geva okkara limum betri sømdir, tá tey eru farin um eftirlønaraldur, sigur Ingeborg, sum heldur at tað einasta rætta er eitt nú Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin.
- Um hann var fyri øll, ja, so var ongin munur, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Hesin eftirlønargrunnurin varð stovnsettur, tí limir felagsins síggja ongan annan útveg.
- Um vit ikki gera okkurt tílíkt sjálvi, so fáa vit bara okkurt smoygt niður um høvdið av politikarunum. Og tað vilja vit ikki hava, sigur Ingeborg Winther at enda.