Í samstarvi við Visit Faroe Islands, Raclip og CommIT letur Visit Suðuroy nú nýggjan film um Suðuroynna úr hondum.
Talan er um ein sonevndan image-film, ið vísir okkum ta vøkru og fjølbroyttu Suðuroy.
– Bæði náttúran og fólkið í Suðuroynni eru nakað heilt serligt. Oyggin liggur nakað burtur frá restini av landinum, og av tí sama eru helst fleiri føroyingar, sum ikki kenna Suðuroynna so væl, sigur Visit Suðuroy.
– Men júst í hesum tíðum er tað meira viðkomandi enn nakrantíð at síggja og vita, hvat okkara egna vakra land kann geva av upplivingum og ferðaminnum.
– Nú er eitt gott høvi at seta Suðuroynna á tín bucketlist og uppliva syðstu perluna í okkara landi, sigur Visit Suðuroy.
Tú kanst síggja filmin niðan fyri her:
##med2##