Tað er AÍB Fisk, sum hevur ognað sær nýggja fiskabilin. AÍB Fisk stendur fyri Anker í Byrgi, sum hevur bilin, ið er gjørdur til at selja fisk úr.
Stórur áhugi
Anker í Byrgi sigur, at hann keypti sær bilin fyri einum mánað síðani, og kassin (t.v.s. sjálvt húsið) hevur hann keypt í Grenå í Danmark.
Bilurin hevur kuldaanlegg, soleiðis at fiskurin heldur sær best møguligt, og úrvalið er breitt. Eitt nú ber til at keypa sær kalva, flak, lippur, kjálkar og mangt annað gott.
Anker í Byrgi sigur, at tað er rættuliga stórur áhugi fyri fiskavørunum, bæði millum føroyingar og útlendingar. Hann sigur, at nokk so fitt av føroyingum keypa frá honum, men tað eru eisini mong, ið bara koma at hyggja.