Nýggjur kund­a­stjóri á Sansum

Sansir hava sett Tór Verland Jo­­hansen í starv sum kunda­stjóra. Tór Verland skal verða v­ið til at menna sam­­starv­ið við kundarnar og tær tæn­ast­ur, ið Sansir veit­ir.

Tór Verland hevur síð­ani í nov­em­ber 2012 havt verk­ætl­an­­ar­leiðsl­una av arbeiðinum hjá Sans­um í al­tjóða kapp­ing­ini at branda Før­oy­ar sum ferð­a­­fólk­­­a­land. Sansir vann kapp­­ing­­ina saman við danska Liq­u­i­dminds. Ver­k­æt­l­­an­ar­­starv­­ið hevur verið eitt part­­tíð­­a­r­­starv.

Tór Verland kemur úr ein­­um starvi sum markn­að­ar­­leið­ari í BankNordik, har hann millum annað stóð fyri re­­brand­ingini av Bank­Nord­ik í Dan­mark, eftir keyp­ið av Am­ag­er­banken.
Tór Verland hevur áður ar­­beitt á Sansum. Hann ar­beiddi tá sum internet- og sam­skift­is­ráð­gevi og eitt skifti sum leiðari á web-deild­ini.

Tór Verland er út­búgv­in cand.mag. í in­for­m­a­tións­vís­und frá Aarhus Universitet.

Tór Verland byrjar í starv­i­num 19. august.