Nýggjur leiðari á Ellis ? og Umlættingarheiminum í Havn

Frá 1. november 2003 er Ida Sørensen í Havn sett sum leiðari av Ellis- og Umlættingarheiminum í V.U. Hammersheimbsgøtu í Havn.

Ida er 49 ára gomul, hon bleiv útbúgvin sum sjúkrasystir á Føroya Sjúkrasystraskúla í 1979 og arbeiddi í nøkur á sum sjúkrasystir á Landssjúkrahúsinum.
Í 1986-87 gekk hon á Danmarks Sygepleje Højskole, har hon tók útbúgving innan frálæru. Hon var lærari á Føroya Sjúkrasystraskúla frá 1985-1997, har hon var fyristøðukvinna eitt skifti.
Frá 1997 til september 2002 var Ida økisleiðari í heimarøktini á Sandoynni. Hon hevur eisini tikið eina tvey ára leiðaraútbúgving innan heilsu- og almannaøkið. Eitt skifti var hon fakligur leiðari fyri heimarøktina.
Síðan 1. juni í ár hevur Ida arbeitt á Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, har hon hevur skipað fyri skeiðvirksemi og eftirútbúgvingum.
Ida er úr Havn, foreldrini vóru: Bente, f. Bendix, úr Danmark, og Einar Mikkelsen, el-innleggjari úr Havn. Hon er gift við Finnur Sørensen úr Havn og, tey eiga tvey børn, Beintu og Janus Einar.