3. partur
??????
Dánial K. Christiansen
??????
Marita Poulsen, sála, skrivaði ein frálíkan bókling um føðsluevnini í føroyskum mati. Hendan bók er ógvuliga grundleggjandi og má vera eitt óunveruligt amboð hjá teimum, sum hava við føðsluspurningar at gera. Marita var deildar-leiðari á kemisku deild á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og stóð í fremstu røð, hvat kemiskum kanningum av mati viðvíkir. Hon var limur í NMKL , Nordisk Metodik Komite for Levnedsmidler. Síðani er nógv komið út um vandamikil evnir í mati, men at kalla onki um hvat vit føroyingar annars eta. Hetta er spell, tí tá avgerir og raðfestingar skulu gerast er so so sera umraðandi at hava holla vitan tøka.
Eg havi á egna kroppi og sál so mangan kent, hvussu umráðandi holl og álítandi vitan er, tá stórar avgerðir skulu takast. Til dømis í spurninginum, tá metast skal um, hvat skal beinast á brennistøðina og hvat skal kunna seljast sum ein vælegnað matvøra. Ofta standa stór peningavirðir uppá spæl.
Við einum fátali av føroyskum serfrøðingum vil tað mangan vera tyngjandi at taka avgerðir, tí trupult er at grynna, tá dagsins krøv um eru so strong. Alla tíðina vera broytingar gjørdar og umráðandi er at halda tørn og fylgja væl við, hvat rørir seg úti í heimi.
Ein møguleiki, sum ikki má undirmetast, er norðurlendska samstarvi. Higani kann hjálp og vitan fáast um vit duga at halda okkum framat. Her er ein ørgrinna av óbrúktum møguleikum sum framvegis eru eftir at troyta.
3. norðurlendsku ráðstevnu fyri matvøru-eftirlitsfólk
Eg var um árskifti við í einum stýrisbólki, sum fyriskipaði 3. norðurlendsku ráðstevnu fyri matvøru-eftirlitsfólk, ið varð hildin í Reykjavík í januar 2005. Eg fór aktivt inn í henda bólkin, fyri at fáa vitan til landið. Hesar ráðstevnur er ein góður íblástur. Men ongin forvantaði , at nakar úr Føroyum skuldi luttaka í stýrisbólkinum, kanska tvørturímóti. Landið er so lítið og hevur avmarkaða orku til slíkt. Men tá vit ynskja at vera sjálvstøðugt land á hesum øki, so ber illa til at lata vera.
Av tí, sum kom fram á ráðstevnini, meti eg meg kunna staðfesta eitt nýtt rák. Áhugin hjá matvørueftirlitinum sýnist fáa eitt breiðari perspektiv.
At taka sær av óheppnum langtíðarárinum og óhepnari føðisamanseting, sýnist fáa hægri raðfesting. Hetta hevur nógv við upplýsing til brúkaran at gera.
Akuttir trupuleikar, so sum mateitran, skulu framvegis taklast. Ja, enn meira effektivt og kravi er at vit fáa eina almenn tilbúgving viðvíkjandi mati og drekkavatni.
Matvørueftirlitið skal, soleiðis sum nýggjaru ES-krøvini eisini áseta, grundað sínar langtíðarætlanir og dagligu avgerðir á vandamálsmetingar, fyri at optimera innsatsin.
Men samstundis breiðkast ?vandamálsmetingin? og gerst meira holistisk. Ja, farið verður so mikið langt, at positivu effektirnar, sum finnast í matvøru skulu við í hesar metingar. Møguliga verður hugtaki ?góðska? aftur sett fremri innan almenna eftirlitið. Hugtakið ?vandamálsmeting? ið hevur verði grundarlagið hjá lóggevarum og eftirlitið fyri matvørur seinastu árini, sær út til at blíva avloyst av einum nýggjum breiðari hugtaki. Kanska verður nýggja heiti ?heilsumálsmeting? .
Brúkarin skal setast enn meira í fokus, bæði hvat góðsku, heilsuspurningum og heilsuvanda viðvíkir. Skeiv føðisamanseting verður mett sum eitt týðandi vandamál, sum matvørueftirlitið skal taka sær av. Í øllum at fremja eina góða sak vegna einstaka brúkaran verður stevnumiðið. Tá gentum og ungum kvinnum soleiðis verður frárátt at eta spik, so gerst heilt nátúrliga líka so umráðandi, at ráða til annan mat. Mat, ið til dømis, inniheldur heilsugóðu ómettaðu fitina, sum er í spiki.
Kann til stuttleika nevna, at eg á hesum Íslandstúri, í míni frítíð, hitti 2 eftirlitsfólk, ein úr Kenja og hin úr Uganda. Hesar vóru til upplæringar í matvørueftirliti á Rannsóknarstofu Fiskiídnaðarins. Millum annað skuldu tær læra um ES-krøvini. Slíka upplæring kundu vit eisini veitt í Føroyum - møguliga sum eitt slag av menningarhjálp.
?Nordisk netværk for toxilogi? NNT.
Eftir áheitan frá skrivara í ?Embedsmandskomiteen for livsmedel? undir Nordisk Ministerråd, skipaði eg í september 2004 fyri einum arbeiðsbólkafundi hjá ?Nordisk netværk for toxilogi? NNT. Vit høvdu ikki raðfest luttøku í slíkum arbeiðsbólkum og kundi eg tí lættliga borið meg undan, uttan at nakar vildi brigsla mær nakað. Kanska tvørturímóti.
Hesir frægu vísundamenn á sínum øki, høvdu fyri skrivaran framborið sítt ynski, at hava fundin í Føroyum. Hetta hóast vit ikki hava havt ein einasta lut-takara í hesum bólkinum. Eg segði ja til at fyrireika tiltakið. Umframt tann heilt ótrúgliga ?good will?, so fingu vit holla vitan og persónliga kontakt við hesar serfrøðingar. Eisini lá ein valutavinningur til ferðavinnuna eftir í landin-um.
Eisini her helt eg meg kunna staðfesta sama rák, sum í Íslandi (seinni). Nýggja strategiin hjá Nordisk Ministerråd (EK-livs) var til umrøðu. Hendan setur fokus á, at matvøru myndugleikin raðfestir hægri, at íbúgvarnir fáa rættan, sunnan kost og hartil nøktandi motión. Úrslitini í ymisku londunum skulu kunna mátast við indikatorum/succesfaktorum av ymiskum slag, soleiðis at norðanlondini kunnu samanberast, hvussu væl málsetningarnir vera náddir.
Endi
Eg vil enda hesa røð av hugleiðingum um mat og matpolitikk. Men eg svari fegin spurningum og viðmerkingum. Tað er mín vón at kunna eggja til nýhugsan og menning av føroyskum matvørum.
Hvør veit, kanska fáa vit í komandi døgum av vegnum óneyðugar forðingar fyri framburði - alt ov vanabundna hugsan.
Kanska kunnu vit ímynda okkum klárgjørdar flísar av skerpikjøti í hóskandi smáum pakkum í handilsdiskunum ? Væl merkt eftir merkingarkunngerðini við løggildingarnummari, pakkidegi, seinasta søludegi osfr. Kanska eisini merkt við góðskuflokki ella øðrum upplýsingum, sum brúkarin setur prís uppá. Og er tað púra óhugsandi, at skerpikjøt gerst ein exportvøra til matstovurnar á meginlandinum ? At ?skerpikjøt? verður eitt vart vøruheiti, sum einans kann nýtast fyri kjøt turka í løggildaðum føroyskum hjalli ? Kunnu vit ímynda okkum, at vit fara at innflyta íslandskt kjøt, sum vit turka til útflutnings ?
Vanahugsanin og verandi ?jus og fakta? siga kanska nei til slíkt. Men livs so spyrst.