Norðlýsið skrivar at KÍ hevur gjørt sáttmála við Alessio Hyseni. Talan er um ein sentralan miðvallara. Alessio Hyseni er 23 ára gamal og er frá Albania. Hann hevur síðstu árini spælt í bestu deildini í Albania, seinast við FK Partizani.
Tað hevur verið nakað av útskifting í hópinum hjá KÍ síðani meistaraheitið kom í hús í oktobur í fjør. Vekk eru spælarar sum Simen Sandmæl, Semir Hadzibulic, Magnus Stamnestrø, Torbjørn Grytten og Darius Lewis
In.fo skrivaði eisini fyrr í dag, at Patrik Johannesen í løtuni venur við FC Fredericia í Danmark. Hann hevur sáttmála við KÍ fyri 2020, men hevur eisini eitt mál um at spæla uttanlands aftur.
Tilgongdin telur Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen, Abubakar Ibrahim Aliyu og nú Alessio Hyseni. Norðlýsið skrivar, at avtalan við Alessio Hyseni er galdandi fyri kappingarárið 2020.