Hesin nýggi Morgan Eva GT er ein heilt nýggjur bilur og líkist ikki nøkrum, sum Morgan áður hava gjørt. Modellið er smart og í nýggjasta stíli. Framman líkist bilurin tí heimskenda Bugatti Veyron.
Motorurin, sum er frá BMW, er ein 3.0 litra 6 syl. við turbo og 306 hk. Bilurin, sum verður at fáa við bæði manuellum og automatiskum girum, koyrir frá 0-100 km/t upp á 4,5 sekund og toppferðin verður 270 km/t.
Hóast eingin Morgan er skrásettur í Føroyum, eru teir ikki heilt ókendir her. Í fjør høvdu vit vitjan av yvir 20 Morgan bilum.