Nýggjur poppur frá Eyðun og Terja

Melodiøsur poppur stendur á skránni, tá Eyðun og Terja geva nýggja fløgu út í morgin

Fyrsta fløgan, sum Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava gjørt í felag, kemur nú út.

Tað er 3'arin, sum gevur gesa fløguna út, og eftir at teir hava presenterað fløguna á tíðindafundi fyrrapartin í morgin, verður hon at fáa til keyps.

Eyðun og Terji hava spælt nógv saman, líka frá tíðini í Frændum miðskeiðis í 80'unum, seinni í Føstufressum, og bæði fyrr og nú sum duo. Og nú samstarva teir eisini um eina nýggja poppfløgu, sum er trúgv ímóti tí, sum hesir poppgarparnir áður hava latið frá sær.

Á nýggju fløguni eru 10 nýggir sangir. Eyðun og Terji hava skrivað hvør sær og í felag, og teir hava eisini samstarva við tveir tiltiknar yrkjarar - Steintór Rasmussen og Anker Eli Petersen.


Melodiøs poppfløga

Fløgan er upptikin í trimum ymiskum upptøkuhølum. Fyrst var forarbeiði gjørt í heimastudionum hjá Terja Rasmussen, sum hann hevur givið navnið Sightseeing.

Síðani var fittur partur av tónleikinum upptikin í Studio Pegasus í Klaksvík. Hetta var í august mánaði, og eftir tað vóru seinastu upptøkurnar gjørdar í Playground í Keypmannahavn.

Flemming Hansson hevur ljóðblandað tónleikin, sum Eyðun og Terji sjálvir hava produserað.

- Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta og melodiøsa poppfløgu, men vit hava lagt dent á, at tað skuldi eisini verða kjøt uppi á tónleikinum, sigur Eyðun Nolsøe.

Saman við Eyðuni og Terja hava føroyskir tónleikarar spælt, umframt ein dani, sum spælir á tveimum løgum. Tróndur B. Hansen spælir keyboard, Petur Hans Niclasen el-gittar, Kolbein Simonsen bass, Rógvu á Rógvu trummur á tveimum sangum og Jacob Millung, sum spælir bass á tveimum sangum.

Nýggja fløgan fæst til keyps í morgin.