Nýggjur singul frá Heiðriki á Heygum

Heiðrik á Heygum hevur leingi arbeitt við sínari næstu fløgu, og tann 5. mars bjóðar hann eina smakkiroynd av komandi fløgu sínari ?Monster?. Fløgan sjálv kemur út seinni í ár, meðan singulin ?Peter Pan? kemur út tann 13. mars. Talan er um eina singul við tveimum løgum, ?Peter Pan? og ?Babel?, og tað er Jens L. Thomen handan bólkin ?Orka?, ið hevur framleitt.

 

Við síni fyrstu fløgu ?An Invisible Gun? gav Heiðrik føroyska tónleikaheiminum eitt spark inn í nýggju øldina. Løg sum ?Jealous? og ?HEYHEY? gjørdust sannar landaplágur, og bleiv Heiðrik kendur sum ein undangongumaður innan føroyskan tónleik. Nú borðreiður hann við einum heilt nýggjum ljóði, har Heiðrik veruliga hevur skift ham. Heiðrik hevur skrivað undir enskan plátusáttmála í fjør, og gevur ?Peter Pan? út í føroyum sum eina roynd áðrenn enska marknaðin.

 

Á nýggju fløguni er sterka og viðbrekna røddin í hásæti, men nú við meira

melodiøsum og sorgblíðum løgum, har Heiðrik veruliga vísir síni kynstur sum

sangari og lagsmiður.

 

Í sambandi við at singulin kemur út, hitar Heiðrik upp fyri føroyska/íslendska bólkin ?Bloodgroup? fríggjakvøldið 13. mars, har Heiðrik fer at spæla tónleik frá komandi fløguni. Við sær hevur hann Tóru Restorff, Mariu Heinesen, Sakaris Joensen og Heðin Ziska Davidsen, ið øll spæla við á sjálvari fløguni.