Næsta ár skal ein útbúgving til pedagoghjálpara skipast í Suðuroy. Úbúgvingin verður í Heilsuskúla Føroya, sum er í Skúladeplinum í Hovi, og Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta. Tískil hevur hon nú gjørt eitt uppskot, sum er sent til hoyringar, og tá ið tað er liðugt, verða neyðugar broytingar gjørdar, og so verður tað lagt fyri Løgtingið.
Eftir uppskotinum skal tað bera til at lesa til pedagoghjálpara í Suðuroy frá í januar og treytirnar fyri at sleppa inn, er, at umsøkjarin hevur minst eitt árs útbúgving, ella eitt árs arbeiðsroyndir eftir níggjunda flokk – ella aðrar royndir, ið kunnu samanberast við tað.
Frammanundan ber tað til at lesa til heilsuhjálpara og heilsurøktara á heilsuskúlanum, men nú verður so útbúgvingin til pedagoghjálpara løgd afturat. Útbúgvingin til pedagoghjálpara tekur tvey ár, men tá er frítíðin tald upp í. Umleið helvtin er skúlagongd, ella knapt tað, og restin er starvsvenjing
Mett verður, at hetta fer at kosta landskassanum 1,5 millión næsta ár, umframt 650.000 í lestrarstuðuli til næmingar.