Bókaútgáva
Hetta er tíðin, har bøkur verða givnar út. Ikki bert skaldsøgur, sum eru ætlaðar til jólagávur, men ikki minst hesar føstu útgávurnar, sum hoyra til ávís ár, og sum eisini í minst líka stóran mun verða nýttar sum gávur.
Hin føroyski skipalistin er ein teirra, og nú er triðja útgávan í røðini komin út.
Í bygnaði víkir hon sum so ikki frá teimum, sum hava verið. Her finst at kalla alt tað, sum er neyðugt at vita, tá lagt verður frá landi. Álmanakki, streymtalvur, siglingarfløgg og kallibókstavir eru sjálvandi hentir at hava, og har afturat verða eisini ymisk fyribrigdi viðvíkjandi sigling lýst.
Sum navnið sigur, so er ein hin týdningarmesti parturin av bókini tó sjálvt yvirlitið yvir føroyska flotan. Við snøggum litmyndum verða einstøku skipini lýst, og sjálvandi ber eisini til at síggja viðkomandi upplýsingar um stødd, aldur, reiðarí og so framvegis.
Alt í alt líkist Skipalistin 2002 sær sjálvum, og tað er eisini gott tað sama. Slíkar bøkur skulu fyrst og fremst vera upplýsandi, og tørvur er tí ikki á at fylgja ymsu mótafyribrigdunum í bókaheiminum.
Tað er forlagið á deild, sum gevur bókina út, og staðið fyri umbrótin, repro prentumsiting hevur Repro-Z. Bókin er 500 síður til støddar, og kostar ávíkavist 175 (heft) og 240 (innbundin) krónur.