Nýggjur skottilburður á Nørrebro

Enn einaferð er býarparturin Nørrebro í Keypmannahavn raktur av einum skottilburði.


Við danska miðilin BT váttar løgreglan, at ein skottilburður hevur verið á Nørrebro.


- Klokkan 21.05 fingu vit fráboðan um ein skottilburð á Nørrebro. Meira vil eg ikki siga, endurgevur BT vaktleiðaran fyri at siga.


Sambært donskum miðlum, so er tað millum Aldersrogade og Rovsingsgade, at skottilburðurin hevur verið.


Ekstra-Bladet skrivar, at ein persónur er raktur av skotum, men er hetta enn ikki váttað av løgregluni.


Eitt bandakríggj hevur seinastu mánaðirnar herjað danska høvuðsstaðin og serliga býarpartin Nørrebro. Bara seinasta mánaðin hevur løgreglan skrásett 24 skottilburður í Keypmannahavn, Odense og Næstved, ið løgreglan metir hava tilknýti til bandakríggið, sambært Berlingske.