FM TALV FYRI EINSTAKLINGAR
Tá ið tað seinnapartin í gjár varð farið undir sætta av teimum níggju umførunum í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er á Oyrabakka, var Hans Kristian Simonsen, sum í 2002 vann meistaraheitið fyri fyrstu og higartil einastu ferð, einsamallur á odda. Hann hevði fýra stig. Honum næstur og eitt hálvt stig aftanfyri var Ólavur Simonsen, og so høvdu seks telvarar try stig - Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Helgi Dam Ziska, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson.
Í gjár var rættulig oddauppgerð á skránni, tá ið Hans Kristian Simonsen hevði hvíta fólkið ímóti Ólavi Simonsen. Tað vil siga, at annar teirra fór at verða á odda, tá ið sjeynda umfarið er á skránni í dag.
Í fimta umfarinum endaðu helmingurin av teimum tíggju talvunum í landsliðsbólkinum jøvn.
Hans Kristian telvaði javnt við svarta fólkinum ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Hans Kristian fekk tíðliga finnu yvirvág, og tað kundi tókst sum um, at hann skuldi fáa fult. Men Carl Eli sýndi gott mótspæl. Hans Kristian plagar ikki at sita leingi og hugsa seg um. Hesa ferð sat hann einar tjúgu minuttir yvir einum og sama leiki, og tað hevði remis støðu við sær.
Ólavur Simonsen vann við svarta fólkinum ímóti Eyðuni Nolsøe. Av Oyrabakka verður sagt, at Eyðun leingi var rættuliga stinnur. Men hann var ov seinur at fara í finnu álop, og eftir at hann hevði mist finnu, megnaði Ólavur við stinnum riddara ímóti minni stinnum bispi at vinna sær fyrimunin og síðani alt stigið.
Meistarin tvey tey seinastu árini, Martin Poulsen, spældi javt ímóti Helda Dam Ziska. Martin er framvegis ungur telvari, men hann hevur seinastu árini ferðast nógv og luttikið í fleiri kappingum uttanlands. Helgi er bara trettan ára gamalur, og hann verður mettur at hava ógvuliga góð evni. Úrslitið hjá honum ímóti meistaranum var frálíkt, og tað verður mett, at tað kundi havt verið uppaftur betri. Tá ið teir hugdu talvið ígjøgnum aftur, varð mett, at Helgi kanska kundi havt møguleika at vinna, um hann hevði hildið fram. Hjá 13 ára gomlum at fáa javnt ímóti tvífalda meistaranum er kortini ikki so galið.
Olaf Berg fekk við svarta fólkinum fult ímóti Willa Olsen, sum leingi tóktist hava betri støðuna, og Rani Baldursson og Sjúrður Thorsteinsson býttu á skinninum eftir áhugaverda uppgerð.
Rani Nolsøe var komin fyri seg aftur eftir tapið ímóti Sjúrði Thorsteinsson. Veteranurin fekk fult ímóti Pól Martini Hansen.
Við at vinna á Bernhardi Augustinussen legði Andreas Andreassen sjógv millum seg og aftasta plássið. Torkil Nielsen og Herluf Hansen býttu stigið, og tað gjørdu John Joensen og Helgi Joensen og Jákup A. R. Andreasen og Eyðálvur Johannesen eisini.
Í sætta umfarinum í gjár sá skráin soleiðis út: Hans Kristian Simonsen-Ólavur Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson-Martin Poulsen, Olaf Berg-Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Helgi Dam Ziska-Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe-Torkil Nielsen, Herluf Hansen-Rani Baldursson, Helgi Joensen-Wille Olsen, Eyðálvur Johannesen-Andreas Andreasen, Pól Martin Hansen-Jákup A. R. Andreasen og John Joensen-Bernhard Augustinussen.
Telvararnir eiga hálvan annan tíma og 30 sekund fyri hvønn leikin til hvørt talvið. Tað vil siga, at hvørt talvið er einar 3-4 tímar. Níggjunda og síðsta umfarið verður á Oyrabakka leygardagin. Tá verður lagt fyri klokkan ellivu. Tað kann roknast við, at kappingin verður liðug eina staðni millum klokkan tvey og trý leygardagin.
Landsliðsbólkurin
Støðan eftir fimta umfar og úrslitini í fimm teimum fyrstu umførunum
Name1.Rd2.Rd3.Rd4.Rd5.Rd6.RdPts.
1 Simonsen Hans Kristian16s110w13s14w_5s_2w4.0
2Simonsen Olavur11s14w_5s_10w_3s11s3.5
3Nolsoe Eydun19s115w11w09s12w06s3.0
4Poulsen Martin18w12s_7w_1s_6w_8s3.0
5Samuelsen Carl Eli Nolsoe13w_9s12w_6s_1w_7s3.0
6Ziska Helgi Dam7s_14w_16s15w_4s_3w3.0
7Berg Olaf6w_13s_4s_11w_14s15w3.0
8Thorsteinsson Sjurdur9w018s114s_12w111s_4w3.0
9Hansen Herluf8s15w015s13w010s_11w2.5
10Nielsen Torkil17w11s013w_2s_9w_12s2.5
11Baldursson Rani2w012s_20w17s_8w_9s2.5
12Nolsoe Rani15s011w_19s18s013w110w2.5
13Hansen Pol Martin5s_7w_10s_14w_12s016w2.0
14Olsen Wille20w_6s_8w_13s_7w017s2.0
15Joensen John12w13s09w019s_17w_20w2.0
16Andreasen Jakup A R1w020s16w017s_18w_13s2.0
17Joensen Helgi10s019w_18s_16w_15s_14w2.0
18Johannesen Eydalvur4s08w017w_20s116s_19w2.0
19Andreasen Andreas3w017s_12w015w_20s118s2.0
20Augustinussen Bernhard14s_16w011s018w019w015s0.5
Almenni bólkurin
Støðan eftir fimm umfør og úrslitini í fimm teimum fyrstu umførunum
Rk. Name1.Rd2.Rd3.Rd4.Rd5.Rd6.RdPts.
1 Petersen Gutti18w12s_6w18s19w13s4.5
2 Ziska Andrias13s11w_4s13w15s_7w4.0
3 Justinussen Sigurd15w18s_14w12s011w11w3.5
4 Nielsen Sonni16w19s_2w014s18w15w3.5
5 Lamhauge Eydun7s_12w_9w113s12w_4s3.5
6 Guttesen Joannes19s110w_1s07w_17s112w3.0
7 Hansen Rogvi5w_14s_11w_6s_13w12s3.0
8 Thomsen Jonfinn17s13w_10s11w04s09w2.5
9 Joanesarsson Martin20s14w_5s010w11s08s2.5
10 Joensen Jogvan11w16s_8w09s016w113s2.5
11 Debes Ingolf10s019w17s_12w13s0-02.5
12 Joensen Jakup F.14w05s_16w111s015w16s2.5
13 Thomsen Ola Jakup2w018s115w15w07s010w2.0
14 Poulsen Pol Andrias12s17w_3s04w019s017w1.5
15 Dam Arni M.3s017w113s018w_12s019w1.5
16 Kristiansen Helgi4s020w112s017w_10s018w1.5
17 Thomsen Heri8w015s020w116s_6w014s1.5
18 Joensen Hans Danjal1s013w019s115s_20w016s1.5
19 Thomsen Bjorn6w011s018w020s_14w115s1.5
20 Joensen Tummas Eli H.9w016s017s019w_18s1 1.5
Unglingabólkurin
Støðan eftir fimm umfør og úrslitini í fimm teimum fyrstu umførunum
Rk. Name1.Rd2.Rd3.Rd4.Rd5.Rd6.RdPts.
1 Mortensen Rogvi32w110s17w16s_8w12s4.5
2 Gregersen Jon31w111s18w14s_6w11w4.5
3 Jogvansson Hjalti Toftum24w116s14w_7s_10w15s4.0
4 Nielsen Rogvi Egilstoft25s112w13s_2w_9s16w4.0
5 Vormadal Runi20s028w127s114w116s13w4.0
6 Dragaberg Rogvi29s114w19s11w_2s04s3.5
7 Berg Margar30s113w11s03w_17s19w3.5
8 Hansen Herborg28s117w12s012w11s013w3.0
9 Hansen Bogi22w115s16w011s14w07s3.0
10 Enghamar Jaspur18s11w026s113w13s012w3.0
11 Baldursson Danny27s12w018s19w019s114w3.0
12 Jacobsen Heidrikkur Tindskard19w14s021w18s024w110s3.0
13 Nielsen Andrias34w17s019w110s021w18s3.0
14 Kruse Marni26w16s023w15s022w111s3.0
15 Gregersen Frodi21s19w020s117w018s_16w2.5
16 vid Streym Frida23s13w017s_26w15w015s2.5
17 Dam Vagnur33w18s016w_15s17w018s2.5
18 Mortensen Johan Roi10w022s111w025s115w_17w2.5
19 Nielsen Hogni Egilstoft12s025w113s029w111w022s2.0
20 Poulsen Benjamin5w123s015w024s028w125s2.0
21 Vormadal Johan15w0-112s023w113s028w2.0
22 Johannesen Eli9s018w028s127w114s019w2.0
23 Bjarkason Sveinur16w020w114s021s026w124s2.0
24 Juul Kristian Martin3s027w029s120w112s023w2.0
25 Hentze Johan4w019s0-118w027s120w2.0
26 Morkore Mortan14s029w110w016s023s027w1.0
27 Nielsen Janus Egilstoft11w024s15w022s025w026s1.0
28 Larsen Theodor8w05s022w0-120s021s1.0
29 Ellingsgaard Tummas Eli6w026s024w019s0-0-00.0
30 Johansen Teitur7w0-0-0-0-0-00.0
31 Hammer Mogens2s0-0-0-0-0-00.0
32 Egholm Danjal Kj.1s0-0-0-0-0-00.0
33 Vang Jakup Marner17s0-0-0-0-0-00.0
34 Petersen Jon Eli13s0-0-0-0-0-00.0