Talið á ungum gentum, og kvinnum, sum lata seg koppseta fyri HPV virus, er munandi minkað seinasta ári.
Tað upplýsir Heilsumálaráðið, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár
HPV virus kann elva til krabbamein í Lívmóðurhálsinum hjá kvinnum, menn koppsetingin fyribyrgir hesum slagnum av krabbameini. Koppsetingin er ókeypis og Heilsumálaráðið sigur, at í 2013 vóru tilsamans 2.739 koppsetingar.
Í 2014 fall talið niður á heilt niður á 779 koppsetingar og í fjør fall tað aftur niður á 310 koppsetingar. Men higartil í ár hava tað bara verið 125 koppsetingarnar fyri HPV.
Her skal havast í huga, at talan hevur verið um, at hvør genta og kvinna, skuldi koppsetast tríggjar ferðir. Men í august í 2014 broytti heilsustýrið í Danmark tilmælið um koppsetingarnar, so at gentur og kvinnur bara koppsetast tvær ferðir.
Men undir øllum umstøðum er talan um eina ógvusliga minking í ár, afturímóti í fjør
Ein orsøk til at nógv færri lata seg koppseta er, at nógvar søgur hava verið frammi um hervilig hjáárin, sum koppsetingin fær skyldina fyri at elva til.
Hinvegin siga granskarar, at umfatandi kanningar hava víst, at tað eru at hjáárinini av koppsetingini eru so lítil, at fyrimunirnir eru nógvar ferðir størri, tí koppsetingin verjir fyri krabbameini.