Nógv fleiri lønarkrónur

Fyrstu átta mánaðirnar í ár øktust lønarútgjaldingarnar í Føroyum við sløkum 7 prosentum. Í tíðarskeiðinum frá januar til august í 2005 vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar 3.889 mió kr. Sama tíðarskeið í ár vóru lønarútgjaldingarnar 4.156 mió kr. Í alt ein vøkstur upp á 266 mió kr. Størsti vøksturin var í privatu tænastuvinnuni, har lønarútgjaldingarnar øktur við 101 mió kr.