Leif Abrahamsen, Stjóri á Gjaldstovuni
------
Hvat er broytt:
Um páskirnar hevur verið nógv tosað um, hvat er rætta undirskotið hjá Landskassanum fyri 2011.
Tað, sum hevur skapt kjakið , eru broyttar játtanarmeginreglur, sum vóru settar í verk við nýggju játtanarlógini frá 2009.
Í játtanarlógini eru ásetingar um øll viðurskifti sum viðvíkja sjálvari fíggjarlógini. Her verður staðfest, at tað er heimilað at flyta óbrúktar lógujáttanir tvørtur um ár. Hetta merkir, at er peningur játtaður til eina ávísa løgu, t.d. at byggja eitt ellisheim ella ein skúla og at byggiútreiðslurnar av eini ella aðrari orsøk ikki fella sum roknað varð við t.d. broyttar fyritreytir ella at projekterað verður øðrvísi enn roknað varð við, so er ikki neyðugt at endurjátta peningin.
Hetta var ynski bæði frá politikarum og stovnsleiðarum, at tað varð loyst upp frá stirvnaru skipanini, sum vit høvdu frammanundan, so tað kundi verða løgd skynsamari ætlan fyri stórar verkætlanir. Hetta varð av teimum flestu roknað sum eitt stórt framstig.
Hetta vit her tosa um, er tað, sum verður nevnt støðlingar. At óbrúktar játtanir verða fluttar tvørtur um ár. Nettostøðlingin var 80 mió. kr. í 2011. Hetta er so upphæddin, sum er markað til ávísar løgur og sum er flutt til 2012. Og hetta verður gjørt sambært lóg.
Gjaldstovan setur so roknskapin upp eftir hesi nettostøðlingini, tí roknskaparlógin ásetur, at roknskapurin skal setast upp sambært fíggjarlógini.
Ætlanin við lógini var at skapa liðiligleika og ikki at skapa størri uppsparingarskipanir, sum grunnarnir vóru.
Røtt tøl:
Spurningurin um røtt roknskapartøl er skeivt settur. Spurningurin er heldur, hvat tosa vit um. Tosa vit um eitt tal, sum er við støðlingum ella ikki við støðlingum. T.v.s. tosa vit um eitt tal við ella uttan 80 mió. kr.
Vit vísa bæði tølini í okkara uppsetingum, so eingin skal vera í iva. Tølini eru so atkomilig, at ein skilagóður journalistur á Dimmu trekti hesi tølini uttan hóvasták av heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.
Úrslitið, har støðlingar ikki eru við, verður nevnt RLÚ2. RLÚ stendur fyri rakstrar, løgu og útlánsúrslit, sum er rakstrarúrslitið fyri eitt land.
Ein búskaparfrøðingur nevndi, at vit blandaðu roknskap og játtan saman. Júst hesar støðlingar eru isoleraðar í roknskapinum, so her er einki samanbland.
Spurningurin um broyttu meginregluna:
Ein heilt annar spurningur er, um vit úthola fíggjarlógina sum finanspolitiskt amboð, at ætlað virksemi ikki verður settur í gongd, men fluttur til seinni ár.
Her eri eg samdur í, at so nógv av almennum virksemi sum yvirhøvur, eigur at verða sett á fíggjarlógina.
Verður meginreglan um støðling nýtt skynsamt, soleiðis at vit tosað um praktiskar forskjótningar tað at útreiðslan fellur nakrar mánaðir seinni enn ársskiftið, so átti hetta ikki at verið nakar trupulleiki.
Hinvegin, so er henda nýggja støðan nógv betri, enn fyri bara nøkrum heilt fáum árum síðan. Tað er ikki langt síðan, at tosað var um at byggja Marknaðargilsdepilin upp á hálva mia kr uttanfyri fíggjarlógina, har ætlanin var at rinda studning tey næstu 20 árini til skúlan. Tveir tunnlar fyri einar 600 mió kr vórðu bygdir, har vit rindaðu byggiútreiðslurnar sum partapeningin langt eftir, at tunnlarnir stóðu lidnir. Her kundu vit veruliga tosa um, at almenna virksemið ikki endurspeglaði tað virksemið, sum varð sett í gongd á fíggjarlógini. Enn verri er, at vit rindaðu til tunlarnar eftir teir vóru lidnir og rokningarnar vórðu sendar til eftirfylgjandi landsstýri. Tað vit síggja her, er tað øvugta.
80-ára standir:
Nevnt hevur verið, at hetta kann viðføra 80-ára standir. Hesum eri eg ósamdur í, tí í 80-árunum høvdu vit ikki hylling á búskaparstøðuni.
Stórur partur av almenna virkseminum var slættis ikki á fíggjarlóg t.d. Føroya Tele og Postverk Føroya. Harnæst fór munandi partur av virkseminum fram í grunnum. Onkrir av hesum grunnum lógu í landsroknskapinum, aðrir uttanfyri. Gjaldstovan hevði einki dagført yvirlit yvir allar grunnarnar og sostatt var einki gjøgnumskygni.
Minnist ta einu ferðina, at Gjalstovan hevði fund við ráðgevandi nevndina hjá Forsætismálaráðnum á teirra Føroyavitjan í 1992. Vit høvdu ikki hilling á støðuni. Sótu bara og gittu.
Á flestu mótum er støðan nógv betri í dag! Vit hava tøkniligar loysnir, har tú uttan hóvasták og vitan kanst bora teg niður á minstu smálutir og fáa víst og gjørt uppsetingar til nógv ymsi stig í fyrisitingini. Hesi stig eru politiska, búskaparliga, strategiska, taktiska og fremjandi stigið.
Seinnu árini hava vit eisini fingið skipað roknskaparviðurskiftini hjá kommununum, so eisini hesir roknskapir síggjast í almennu roknskapartølunum.
Nú tosað verður um at hava eitt rætt grundarlag at taka avgerðir eftir, so er tað eftir minum tykki ein álvarsligur trupulleiki, at virksemi, sum er alment, ikki sæst í almennu roknskapartølunum t.d. AMEG, Húsalánsgrunnurin, Búnaðargrunnurin, ALS og Landsbankin. Dentur skal verða lagdur á, at eg tosi ikki um fíggjarlóg, men um landsroknskap. Her er talan um virksemi, sum ávirka landsbúskapin nógva ferðir meira enn ein skynsom støðling ger.