Vikuskiftið 10. til 12. juni var Amnesty International Føroya Deild vertur fyri einum Norðurlendskum fundi, sum varð hildin í Tórshavn. Við á fundinum vóru 16 luttakarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Danmark, Finnlandi, Írlandi, Póllandi og Føroyum.
Fundurin var ein fyrireikandi fundur til Altjóða aðalfundin hjá Amnesty, sum verður í Morelos í Meksiko í august. Á altjóða aðalfundinum luttaka umboð úr øllum Amnesty deildum kring heimin. Úr Føroyum luttaka Annika Sølvará, forkvinna, Jette Hoydal, nevndarlimur og Margretha Nónklett, samskipari.
Nógv ymisk mál verða á skránni í ár, men tey stóru málini eru spurningurin um "Use of force and military intervention" og "Sexual and reproductive rights".
Í verandi støðu tekur Amnesty onga støðu til kríggj ella hernaðarliga valdsnýtslu, men krevur altíð, at partarnir virða altjóða mannarættindi og humanitera lóggávu. Støða skal takast til, um Amnesty skal halda fast í uttanveltaðu støðuni ella um Amnesty í nøkrum førum kann tala ímóti kríggi ella hernaðarligari valdsnýtslu. Somuleiðis skal støða takast til, um Amnesty kann mæla til, at friðarvarðveitandi styrkir verða settar inn.
Í sambandi við "Sexual and reproductive rights" skal støða takast til, hvørt Amnesty eigur at arbeiða við fylgjunum av kynsligum harðskapi, seksual- og heilsu upplýsing, fyribyrging og við fosturtøkuspurninginum.
Limirnir í Amnesty fáa høvi at skifta orð um hesi málini á einum limafundi áðrenn Altjóða aðalfundin í august. Áhugaði kunnu venda sær til skrivstovuna og fáa tilfar um málini.
Umframt hesi mál varð á fundinum eisini kjakast um, hvussu Amnesty kann skapa størri tilvitan um mannarættindi millum fólk og um hvussu felagsskapurin kann økja um limaskaran og virksemi sítt. Í hesum sambandi fer Amnesty Føroya Deild undir eitt nýtt limaátak, har felagsskapurin sendir fólk út á gøtuna at kunna um Amnesty og at finna nýggjar limir og stuðlar. Átakið hevur fingið heitið Andlit til andlits og byrjar 20. juni og heldur fram til 7. august.