Amerikanska vinnumálaráðið kunngjørdi í dag, at í september komu 103.000 nýggj arbeiðspláss í USA. Tað er meiri, enn greinarar høvdu væntað, og tíðindini høvdu alt fyri eitt við sær, at virðið hækkaði á amerikanska partabrævamarknaðinum.
Arbeiðsloysið í USA er tó framvegis 9,1 prosent sambært teimum nýggju hagtølunum.
Í síðsta mánað kom Barack Obama, forseti, við einum stórum hjálparpakka, sum skal geva nýggj arbeiðspláss, soleiðis at fleiri av teimum arbeiðsleysu amerikanarunum sleppa til arbiðis.