Hvør sjeynda sól í Europa hevur ov høgt útlát av krabbameinsgevandi UV-strálum.
Tað vísur ein nýggj kanning fyri ES, ið hevur vitjað yvir 200 solarium í tíggju ymiskum EU-londum. Danmark var eitt av teimum.
Úrslitini av kanningini gera nú, at EU biður nú nationalu myndugleikarnar um at økja um eftirlitið av øllum sólinum.
- Eg eri harmur yvir, at so nógv solarium ikki viðra trygdarlógina. Tað er ein týðandi heilsutrupulleiki, tí talið av húðkrabba verður tvær ferð so stórt 15-20. hvørt ár, sigur heilsustjórin hjá EU, John Dalli.
Kanningin vísir eisini, at meir enn 20 prosent av sólunum ikki hava tey lógásettu merki, ið skulu upplýsa brúkaran um møguliga heilsuskaðan av teimum efturgjørdu sólstrálunum.
Heimsheilsufyritøkan (WHO) hevur ávarað um, at tað er beinleiðis samband ímillum móðurmerkjakrabba og at ganga til sól.
Meir enn 90.000 danskarar hava húðkrabba, og talið hækkar støðugt. Tað vil siga, at Danmark liggur á 7. plássi í øllum heiminum yvir fólk við húðkrabba útfrá fólkatalinum.
UV-strálingin frá sólunum má viðvíkjandi trygdinarreglunum hjá EU, ikki blíva hægri enn 0,3 watt per m2. Tað er trygdarstýrið, ið skal halda eyga við teimum donsku sólunum.
Kelda: fpn.dk