Nógv tey flestu virða okkum væl

- Men tað er ræðuliga irriterandi, tá ið onkur ikki ger tað

- Sum heild er støðan góð, men tað kemur fyri, at eg ikki sleppi av við bilin.

 

Tað sigur Jógvan Sofus Vágsheyg í Havn, sum koyrir í avlamisbili.

 

Seinastu dagarnar hava vit havt nakrar greinar um støðuna hjá teimum, sum fara í býin við avlamisbili, men sum ikki fáa sett hann frá sær á serligu parkeringsplássini, sum eru markað til avlamisbilar, tí aðrir bilar standa har, hóast teir ikki eru avlamisbilar.

 

Jógvan Sofus Vágsheyg er ein av teimum, sum hevur avlamisbil í Havn, og hann heldur, at trupulleikin er ikki so stórur, tí yvirhøvur verða serligu parkeringsplássini til avlamisbilar, vird. Men tað kemur kortini meiri enn so fyri, at aðrir bilar verða settir á tey, og tá er tað heilt óluksáliga irriterandi, ásannar hann.

 

 

 

Les eisini: Handikapp-parkeringspláss ov lítið vird

 


Hann sigur, at spurningurin um at bilførarar virða eitt parkeringspláss til ein avlamisbil, kann væl vera avgerandi fyri, um fólk, sum eru avlamin, sleppa tey ørindi, tey ætla sær.

 

Sjálvur kundi Jógvan Sofus Vágshey hugsað sær, at tað vóru fleiri parkeringspláss í Havnini til avlamisbilar. Hinvegin hevur Norðurlandahúsið nú fingið parkeringspláss til avlamisbilar og tað eri eg ógvuliga fegin fyri, sigur hann. Hinvegin eru onkur av teimum plássunum, sum vóru, tikin burtur í sambandi við at býráðið er farið at broyta miðbýin.

 

Tað er ein kunngerð sum sigur, hvussu nógv parkeringspláss skulu vera til avlamisbilar.

 

Eftir henni skulu skulu parkeringspláss til rørslutarnað vera so nær við ingongd, skráa, ella lyft, sum gjørligt.

 

Har fleiri enn 10 parkeringspláss eru, skal minst eitt pláss vera til avlamisbil, og á størri parkeringsplássum við bilum upp til 100 bilar, skulu tað vera minst eitt parkeringspláss til rørslutarnað fyri hvørji 25 pláss. Og er talan um heilt stór parkeringspláss við plássi til yvir 100 bilar, skulu tað vera minst fimm parkeringspláss til avlamisbilar.

 

 

Les eisini: Eg eri ómetaliga keddur

 

 

Jógvan Vágsheyg sigur, at sum so bagir kunngerðini einki, men hann fýlist á, at ongir revsingarmøguleikar eru, har hon ikki verður hildin.