Nógv ung eru arbeiðsleys

Arbeiðsloysið veksur støðugt í ES-londunum, og hagtølini vísa, at tað er serliga tað yngra ættarliðið, sum einki hevur at fara upp til. Tey seinastu tølini vísa, at 20,6 prosent av øllum ES-búgvum niðan fyri 25 ára aldur eru arbeiðsleys. Tað svarar til 5,3 milliónir fólk.

Til samanberingar kann nevnast, at fyri allar arbeiðsbørar arbeiðsbólkar í ES-londunum er arbeiðsloysið 9,7 prosent.

Vinnunevndin hjá Evropatinginum hevur gjørt av at stovna ein serligan grunn, sum skal tryggja, at ung arbeiðsleys kunnu fáa møguleikar fyri starvsvenjing og eftirúitbúgving, tá tey hava verið arbeiðsleys í fýra mánaðir.

Samstundis hevur nevndin heitt á ES-londini um at forða fyri, at ungfólk gevast í skúlanum. Millum annað skýtur nevndin upp at lækka næmingatalið í flokkunum, og at myndugleikarnir halda eyga við næmingum, sum gevast í skúlanum.