Nógvar flogternur siga seg úr starvið

Sjey flogternur hjá Atlantic Airways hava sagt upp síðstu tíðina.
 Tað er torført at fáa familjulívið at fungera, um man arbeiðir sum flogterna, sigur Judit Falkvard, fyrrverandi flogterna

Magni Arge váttar, at nógvar flogternur hava sagt seg úr starvi, og at fleiri eru ávegis at gera tað sama.
 Tað er ein viss útskifting í hesum starvinum, tað er tað allastaðni, sigur hann.
Fleiri av teimum, Sosialurin hevur verið í sambandi við, hava nevnt familjuna sum orsøk til uppsagnina.
 Hjá summun riggar tað væl at hava familju og flúgva, og hjá summun riggar tað slettis ikki, sigur Magni Arge. Tað kemur nógv ann uppá, hvussu netverkið sær út rundan um ein  um familjan kann passa børnini o. s. fr.

Burtur fýra dagar
Judit Falkvard hevur tvær lítlar døtur og ein mann sum er sjómaður.
 At flúgva í Norra og verða burtur hósdag til sunnudag ber ikki til hjá mær, sigur hon.
At fara niður í tíð heldur Magni Arge ikki verða eitt gott hugskot.
 Tað er øguliga trupult at laga seg eftir tí, tá er kanska betur, at tey finna sær okkurt annað, sigur hann.
Hjá Atlantic starvast umleið 30 flogternur. Tey hava eisini lýst eftir nýggjum starvsfólkum, og umsóknirnar hava verið nógvar.
 Tað er ikki vegna tær nógvu uppsagnirnar, at vit lýsa eftir nýggjum fólki, vit økja um virksemið, og tí hava vit bruk fyri fleiri flogternum.
Onkur av flogternunum, vit hava tosa við, hava nevnt, at summar av flogternunum hava hug at skifta flogfelag til nýggja felagið FaroeJet. Ein persónur, Sosialurin hevur tosað við, sum hevur innlit í nýggja felagið sigur soleiðis:
 Atlantic søkir eftir flogternum, tað ger FaroeJet ikki  tað sigur væl eitt sindur.