Nógvir jarðskjálvtar

Í ár hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið á leiðini norðan fyri Vatnajøkul í Íslandi, og síðani seinasta hósdag hava jarðfrøðingarnir staðfest ikki færri enn einar 250 skjálvtar. Teir fyrstu skálvtarnir, sum vóru tíðliga í vár, høvdu miðdepil 20 kilometrar undir jørð, men síðani hevur miðdepilin flutt seg altsamt longri og longri uppeftir. Solieðis var miðdepilin í skjálvtunum 14 kilometrar niðri í jørðini. Samstundis hava skjálvtarnir flutt seg í ein landnyrðing.