– Nógvir trupulleikar eru settir til síðis

– Tað sær út sum um, at nógvir trupulleikar eru settir til síðis undir korona-stongslinum, men tað merkir ikki, at fólk ikki hava brúk fyri hjálp, sigur KRIS

74 fólk hava fyrra hálvár í ár leitað sær hjálp frá felagsskapinum KRIS, sum hjálpir menniskjum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. 

Sama tíðarskeið í fjør var talið 71, so hagtølini hjá KRIS vísa, at tað vóru 3 fleiri áheitanir í 2020, samanborið við sama tíðarskeið 2019.

Í mars mánað í ár vóru tað bara ein helvt av áheitanum til KRIS, sammett við sama tíðarskeið í 2019.

Í apríl í ár vaks talið við 8, meðan mai vísti eina minking niður í næstan eina helvt aftur.

– Orsøkin kann vera, at landið lat aftur, skúlar stongdu og arbeitt bleiv heima, heldur enn á arbeiðsplássunum, og møguliga merkir tað, at aðrir trupulleikar vóru lagdir til síðis fyribils, roknar KRIS við.

– Arbeitt hevur verið heima, samstundis sum børnini hava verið ansað í heimunum. Tey ungu hava verið avskorin frá flest øllum frítíðarítrivi, sosialari samveru og fingið undirvísing heimanífrá, sigur KRIS og staðfestir:

– Hetta hevur heilt sikkurt verið ein avbjóðing fyri mong.

Vegleiðing og ráðgeving hevur verið avmarkað hjá KRIS í seinastuni, men tað hevur kunnað latið seg gjørt við at tosa við fólk á telefon, kjatti, telduposti og á videofundum.

KRIS hevur latið uppaftur fyri persónligum samrøðum. Men nú koronasmittan av álvara hevur tikið seg uppaftur kring landið, er neyðugt at vera varin, sigur KRIS. Tí verða nakrar av samrøðunum gjørdar gjøgnum telefon og á sosialum miðlum.

– Tað sær út sum um, at nógvir trupulleikar eru settir til síðis undir corona-stongslinum, men tað merkir ikki, at fólk ikki hava brúk fyri hjálp, sigur KRIS.