Nógvir unglingar í fremstu røð

Tað tykist torført í útlondum og øðrum feløgum at finna skarprættaran, sum er førur fyri at lyfta føroysku feløgini

Eftir vikuskiftið er kappingin meiri enn hálvrunnin. Støðutalvan vísir, at 14 av 27 umførum eru avgreidd. Tað vil siga, at eftir eru 13 umfør, áðrenn tað verður greitt, hvør verður meistari í 2007, og hvør skal tungu leiðina niður í 1. deild.

Vikuskiftið bar við sær, at NSÍ stakk seg framum øll hini, og at AB og VB/Sumba framvegis eru undir strikuni.

NSÍ hevur ongantíð vunnið FM, og sjálvandi er rættiligur fótbóltsfepur í Runavík, har øll segl eru sett fyri at vinna FM í árinum, tá ið felagið heldur 50 ára føðingardag.

Fleiri spælarar vóru undan kappingarbyrjan keyptir til felagið. Vónin var, at teir skuldu bera liðið fram til oddasess. Tað hevur eydnast at vera við í fremstu røð og – fyribils í hvussu so er – at seta seg á oddasessin, men tað er skjótt at staðfesta, at tað hava ikki treytaleyst verið nýggju spælararnir, sum hava borið liðið fram til oddasessin.

Harafturímóti er tað sjón fyri søgn, at oddaliðið hevur havt stóra nyttu burturúr ungu monnunum, sum eru uppaldir í felagnum. Merkisvert er tað, at seks av spælarunum framvegis hava unglingaaldur, og tað er eisini vert at leggja til merkis, at bæði í heimauppgerðini ímóti HB næstsíðsta leygardag og í Vági leygardagin vóru tað unglingaspælarar, sum skoraðu sigursmálið.


Vindeygað og vónin

Síðani 18. juni og fram til 23. juli er so kallað flytingar vindeygað opið. Tað er í hesum tíðarskeiðnum, at feløgini hava møguleika og loyvi til at fáa nýggjar spælarar. Søgurnar eru nógvar um, at tað verður smíðað við fullari orku – bæði innanlands og uttanlands.

Í flestu førum verður leitað við lykt eftir álopsspælarum. Rættir skarpskjúttar av tí slagnum, sum eitt nú Bergur Magnussen og Kurt Mørkøre vóru í síni tíð, tykist vera trotarvøra.

Clayton Soares, Paul Clapson, Sylla og ikki minst Sorin Anghel eru dømi um, at tað er komið væl við hjá feløgum at hava verið uttanlands. Men dømini eru seinastu árini um uppaftur fleiri um, at royndir at finna útlendskar skarpskjúttar hava verið miseydnaðar, hóast tær sjálvandi hava verið kostnaðarmiklar.

Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til. Men vónin livir framvegis um, at tað hesa ferð skal eydnast at finna ein rættan skarprættara niðri á meginlandinum ella handan hav.


Javnvágin

Allir partar eru ivaleyst samdir í, at tað optimala er, at feløgini sjálvi uppala sínar spælarar. Í flestu feløgum síggjast fleiri unglingar á besta liðnum. Umframt at arbeiða við at tryggja framtíðina, so snýr tað seg eisini um at styrkja fyritreytirnar fyri avrikum og úrslitum her og nú.

Hjá teimum, sum kappast millum tey fremstu, snýr tað seg um at verða betri fyri í kappingini um FM og altjóða plássini. Hjá hinum snýr tað seg um at tryggja sær styrk fyri at sleppa undan katastrofalu niðurflytingini.

Tað er lætt at siga, at í staðin fyri at keypa útlending henda vegin, sum ikki er førur fyri at lyfta liðið, so eigur ungur føroyskur spælari at fáa møguleikan. Ofta vísir hetta seg at verða soleiðis, men vónin er sjálvandi altíð, at útlendski maðurin skal verða tað plettskotið, sum nógvu pengarnir kundu bent á, at hann skuldi verið.

Áhugavert er at síggja, at viðhvørt blomstra ungir føroyskir spælarar, tá ið teir skifta felag. Eitt av fleiri dømum um hetta er toppskjúttin hjá GÍ Pól Jóhannes Justinussen. Hann hevði neyvan fingið møguleikan í barndómsfelagnum NSÍ í ár. Nú telist hann millum álitismenninar í Gøtu.

Fyri føroyskan fótbólt hevði tað verið áhugavert, um tað, nú flytingarvindeygað er opið, varð skipað soleiðis fyri og lagt til rættis, at uppaftur fleiri unglingar fingu møguleikan at royna seg í fremstu røð.