Fyri fyrstu ferð í ár vísir ein meiningakanning í Danmark, at teir borgarligu flokkarnir hava størri undirtøku millum veljararnar enn andstøðan. Kanningin, sum er gjørd fyri Politiken og TV2, sigur, at teir borgarligu høvdu fingið 50,8 prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval hevði verið nú. 49,2 prosent høvdu atkvøtt fyri einum stjórnarskifti.
Hóast kanningin hjá Politiken og TV2 vísir borgarligan meiriluta, gevur hon báðum stjórnarflokkunum, Vinstra og Teimum Konservativu, afturgongd. Men framgongd til Danska Fólkaflokkin og Liberal Alliance hevði tryggjað borgarligan valsigur. Fyri Danska Fólkaflokkin merkir kanningin, at flokkurin hevði verið størri enn SF og landsins triðstørsti.
Sosialdemokratiski floksformaðurin, Helle Thorning Schmidt, kann so fegnast um, at 41,8 prosent av veljarunum vilja hava hana til forsætisráðharra, meðan 40,1 prosent vilja hava Lars Løkke Rasmussen.