Nú hava vit alt, sum vit ynsktu okkum við hinum skipinum

Tað er trongt á verksmiðjuni umborð á Atlantic Navigator, men framleiðsluorkan er í staðin rættiliga stór, nú 16 skerimaskinur kunnu mala í senn, og eingin fløskuhálsur skuldi verið á verkmsiðjuni og í arbeiðsgongdini annars

Atlantic Navigator

- Nú hava vit alt, sum vit hava gramt okkum um, at vit ikki høvdu umborð á Nærabergi.
Soleiðis málber Brandur Nólsoy, skipari, seg, tá ið vit spyrja hann um útliti fyri betri lønandi rakstri.
Í greinini á blaðsíðu 18 og 19 vísir hann á, at framleiðsluorkan umborð á Atlantic Navigator í allar mátar er størri, enn hon var umborð á Nærabergi.

700 tons
- Vit skulu fiska eini 700 tons av ráfiski um samdøgnið, um vit skulu kunna framleiða við fullari orku. Hetta svarar til umleið 120 tons av lidnari vøru.
Brandur Nólsoy sigur, at burtur úr rávøruni, fær skipið millum 16 og 23% av lidnari vøru  alt eftir, hvussu fiskurin er til støddar og dygdar.
Hann sigur, at hóast munurin á maskinorkuni umborð á Nærabergi og Atlantic Navigator ikki er tann stóri í hestakreftum, brúkti Næraberg nógva orku til at hava framleiðsluvirksemið umborð gangandi.
- Tóvmegin hjá Atlantic Navigator verður tískil munandi størri, tí minni maskinorka fer til verksmiðjuna. Tað merkir, at útlitini til størri veiði eru góð, og hetta kemur væl við, nú framleiðsluorkan umborð á nýggja skipinum verður so nógv størri, bæði til surimi og mjøl.

Turrari dekk
Brandur sigur, at við tað, at nýggja skipið er 5 metrar breiðari enn hitt gamla, verður arbeiðsdekkið eisini nógv turrari, tá ið hálað verður.
- Næraberg royndist ógvuliga væl í sjónum, men hann er lutfalsliga smalur, og var tí vátur aftan. Breiddin á nýggja skipinum gevur nógv størri uppdrift, og tí verður tað sum dagur og nátt, tá ið hálað verður. Eg vænti ikki, at vit fara at fáa dropan inn, sum skiparin tekur til.
Hann sigur, at Atlantic Navigator gongur einar 16 míl í vanligum líkindum, men á ferðini heim úr Noregi var illveður, og tá var ferðin 13 míl.
- Skipið royndist rættiliga væl í sjónum, og vit vænta, at Atlantic Navigator fer at roynast væl, nú vit fara til fiskiskap móti háveturstíð, sigur Brandur Nólsoy.