Fyrrverandi stjórin á Landssjúkrahúsinum, og forstjórin í sjúkrahúsverki Føroya, Jóanis Erik Køtlum, verður nú stjóri fyri Grønlendska heilsuverkið.
Tað skrivar Sermitsiaq í dag. Jóanis Erik Køtlum er ikki ókendur í Grønlandi, tí frá 2013 til 2016, hevði hann eisini leiðandi starv í heilsuverkinum í Grønlandi. Í januar 2018 tók hann við starvinum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum, men hann segði seg úr starvinum aftur í fjør. Inn ímillum hevur hann eisini røkt uppgávur sum ráðgevari fyri heilsuverkið í Grønlandi.
– Sum stjóri fær hann ábyrgdina av at stjórna heilsuverkið ígjøgnum koronu-kreppuna, umframt at hann fær ábyrgdina av at menna eitt heilsuverk, har sjúklingurin er í fremstu røð, sigur Sermitsiaq.
Jóanis Erik Køtlum hevur annars drúgvar royndir í heilsuverkinum, tí hann hevur røkt ymisk størv í heilsuverkinum í nógv ár.