Nú hevur KÍ vunnið á øllum

Víkingur hongur í KÍ í FM stríðnum

Fýra dystir hava í kvøld verið leiktir í Effo-deildini.

 

Tennis sigur til HB

Fyrsti dysturin, sum byrjaði klokkan 18:30 var í Gundadali millum HB og B68. HB var undan greiður favorittur, og longu í fyrsta minutti av dystinum, legði Ari Mohr Olsen HB á odda í dag. Brekkan hjá toftamonnum gjørdist tung stutta løtu seinni, tá Evrard Blé fekk beinleiðis reytt kort, eftir at hann hevði tikið ein HB leikara við neyðbremsu. Allan fyrra hálvleik var klassamunur, og HB leiðslan var tá ikki eitt mál ov lítil. Hálvleiksstøðan var 5-0 til HB við trimum málum frá Ára Mohr Olsen og tveimum frá Christiani Mouritsen.

Tíðliga í seinna hálvleiki fekk B68 eitt reytt kort afturat, tá Albert Róin Johannesen varð sendur av vøllinum við beinleiðis reyðum korti. Spurningurin var tá bara, hvussu stórur HB sigurin fór at vera. Men við tveimum monnum í undirtali, megnaði B68 at minka um munin við brotssparki frá Óla Olsen. Tá B68 fekk brotssparkið, fekk HB leikarin, Jákup F. Hansen, somuleiðis eisini reytt kort. Fimm minuttir fyri leiklok skeyt Adrian Justinussen síðsta máli í dystinum, tá hann skoraði til 6-1 til HB.

 

Skála vann seg vekk frá botninum

Á Skála møttust Skála og ÍF í einum tøttum og spennandi dysti. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist, at Skála vann dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt Jákup Johansen tíðliga í fyrra hálvleiki. ÍF trýsti Skála nógv allan seinna hálvleik, men skálamenn megnaðu at standa ímóti. Við sigrinum hevur Skála tikið týðandi fet í botnstríðnum, har teir nú eru átta stig frá niðurflytingarstrikuni.

 

Víkingur hongur í KÍ

Við Stórá í Trongisvági spældu TB og Víkingur. Har vann Víkingur ein uppibornan 2-0 sigur, eftir at teir í hálvleikinum førdu 1-0. Filip Djordjevic legði í fyrra hálvleiki Víking á odda 1-0, meðan besti leikarin hjá Víkingi í hesum kappingarárinum, Sølvi Vatnhamar, skoraði til 2-0 í seinna hálvleiki. Við sigrinum hongur Víkingur enn í KÍ í FM stríðnum.

 

Níggjundi sigur á rað hjá KÍ

Seinasti dysturin, sum byrjaði klokkan 19:00 var í Klaksvík, har oddaliðið, KÍ, tók ímóti botnliðnum AB. Og hóast AB fekk eina fína byrjan uppá dystin, gjørdist tað rímuliga tíðliga greitt, at talan var um tvey lið í hvør sínum flokki. KÍ var gjøgnum allan dystin greitt betra liðið, og longu í hálvleikinum vóru teir á odda 3-0 við málum frá Hjalgrím Elttør, Ahmed Mujdragic og Jóannesi Bjartalíð.

Tíðliga í seinna hálvleiki legði KÍ seg eisini á odda 4-0, tá Jonas Flindt Rasmussen skallaði eitt hornaspark í málið.

AB megnaði tó nakað sum fá lið hava megna móti KÍ í hesum kappingarárinum. Teir minkaðu í seinna hálvleiki um munin til 4-1, og var tað fyrsta ferðin í 676 minuttir, at KÍ málverjin Kristian Joensen, lat mál ígjøgnum.

Í yvirtíðini slerdi Jóannes Bjartalíð KÍ sigurin fastan, tá hann við høvdara skoraði til 5-1 til KÍ.

Við sigrinum hevur KÍ nú vunnið á øllum liðunum í Effo-deildini hetta kappingarárið. Undan dystinum var AB einasta liðið sum KÍ ikki hevði vunnið ímóti. Talan var somuleiðis eisini um níggjunda sigurin á rað hjá KÍ í Effo-deildini, og er hetta eitt greitt tekin um ein komandi FM-vinnara.

 

 

Dystirnir í 16. umfari:

NSÍ - B36 2-0 (1-0)

HB – B68 6-1 (5-0)

Skála – ÍF 1-0 (1-0)

TB – Víkingur 0-2 (0-1)

KÍ – AB 5-1 (3-0)

 

Stigatalvan í Effo-deildini eftir 16 umfør:

1. KÍ              38 stig

2. Víkingur      31 stig

3. NSÍ            30 stig

4. B36           26 stig

5. HB             25 stig

6. ÍF              22 stig

7. Skála         17 stig

8. TB             14 stig

9. AB             9 stig

10. B68          7 stig