Nú hevur Ólavur Larsen A-venjaraprógv

ÍF: Ólavur Larsen hevur lokið A-prógv sum venjari hjá Fótbóltssambandinum

Tað hevur verið eitt sindur rokaligt á venjaraøkinum í hesum kappingarárinum. Tað hevur elvt til kjak, at Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) og Símun Samuelsen (AB) hava verið venjarar í bestu deildini uttan A-venjaraprógv.

Hjá ÍF hevur støðan verið tann, at Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus hava verið høvðusvenjarar saman, men at Ólavur Larsen hevur staðið sum høvðusvenjari, men Hans Jørgen Djurhuus hevur verið skrásettur sum kropsligur venjari.

Ólavur Larsen hevur verið í holt við A-venjaraprógvið í fleiri ár, og nú hevur hann endaliga lokið prógvið og kann kalla seg A-venjara.Í tí sambandi hevur ÍF skrivað hesi orð um kenda fuglfirðingin:

- At førleikamenna okkara venjarar er ein uppgáva, ið vit hava uppraðfest seinnu árini. Annar av okkara núverandi høvuðsvenjarum hevur verið venjari í felagnum í nógv ár eftirhondini. Hann hevur verið nærlagdur í sínum arbeiði og hevur førleikament seg regluliga, síðan hann byrjaði venjaraleiðina.

- Mánakvøldið  hevði hann so endaligu royndina í A-venjara útbúgvingini, sum er hægsta venjaraútbúgving, sum ein kann taka í Føroyum. Próvtøkan, sum bæði var ástøðilig og praktisk, innihelt eina skrivliga uppgávu, umframt at hann skuldi hava eina venjing við okkara liði.

- Henda próvtøka var so endin av eini tvey ára langari tilgongd, har umboð frá FSF regluliga hava eygleitt Ólavur, umframt at hann hevur luttikið í fleiri skeiðum hesi tvey árini. Eftir sjálva venjingina var ein munnlig próvtøka, har ástøðiligi parturin var gjøgnumgingin. Tá hetta var liðugt, fekk Ólavur boð um, at hann hevur staðið, og kann nú kalla seg A-venjara.

- Á myndini síggjast Pauli Poulsen og Sigfríður Clementsen, sum eygleiddu venjingina, umframt skipaðu próvtøkuna, umframt okkara nýklakti A-venjari, Ólavur Larsen.