Nú hevur Rói fingið fast starv

Heilsutrygd hevur sett Róa á Kósini í starv sum kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi. Hann tók við starvinum 1. mai.

 

Rói á Kósini er settur í starvið, sum Turid Viderø Petersen hevur røkt seinastu árini. Nýggi kommunulæknin í Suðurstreymoyar læknadømi nam sær embætisprógv í læknafrøði í 2008. Hann gjørdist serlækni í almenn medisin 1. oktober 2015.

 

Hann hevur røkt starv sum kommunulæknaavloysari í Skálafjarðar læknadømi frá 1. oktober 2015, til hann tók við einum avloysarastarvi í Suðurstreymoyar læknadømi í mars í ár.