Stendur tað til landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarna Djurholm, verður lógin um barnsburðargrunn sett í gildi 1. februar komandi ár.
Sambært Dagblaðnum í gjár, er uppskotið til barnsburðargrunnin nú liðugt. Tað hevur verið fyri á landsstýrisfundi og er nú til ummælis hjá viðkomandi feløgum og stovnum.
Drúgv fyrireiking
Rúm tíð er liðin síðani Finnbogi Arge, fyrrverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, fór undir arbeiðið at fyrireika ein barnsburðargrunn.
Men hetta arbeiðið steðgaði upp tíðliga í ár, millum annað tí, at fakfeløgini ikki vildu vera við í arbeiðinum, tá Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ikki vildi rinda fakfelagslimunum fundarpening fyri fyrireikingararbeiðið. Grundgevingin fyri hesum var, at arbeiðið varð gjørt til fyrimuns fyri fakfelagslimirnar, og tí nýttist teimum ikki at fáa fundarpening.
Tá nýggi Bjarni Djurholm kom í sessin sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum gjørdi hann av, at umsiting hasara sjálv skuldi orða eitt uppskot í neyvum samstarvi við arbeiðsmarknaðin.
Hetta lógaruppskot er nú liðugt snikkað saman og sent fakfeløgunum og øðrum viðkomandi til ummælis, og tá landsstýrismaðurin fær ummælini aftur, fer hann at taka støðu til viðmerkingarnar og bera uppskotið í tingið. Hetta roknar landsstýrismaðurin við at náa innan mánaðurin er úti.
Fyri øll
Meiningin við barnsburðargrunninum er, at øll líkamikið starv, skulu hava møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi, uttan at hava fíggjarligan miss av hesum.
Verður lógin um barnsburðargrunn samtykt, kunnu allar kvinnur fara í farloyvi fýra vikur áðrenn tær skulu eiga barn, meðan kvinnur og menn hava 24 vikur at býta ímillum sín, eftir at kvinnan hevur átt.
Gjaldið úr grunninum verður svarandi til miðal mánaðarligu inntøkuna seinsata árið, áðrenn rætturin til fráveru tekur við. Tó er eitt loft í útgjaldinum, sum er 35.000 krónur um mánaðin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum roknar við, at grunnurin fer at kosta um 45 milliónir krónur um árið.
Umleið helvtin av grunninum verður fíggjað við flytingum millum konti á fíggjarlógini. Restin verður fíggjað av arbeiðsgevarum og lønmóttakarum við 0,25 prosentum frá hvørjum parti.
Tað verður ALS, ið kemur at umsita skipanina við barnsburðargrunninum, sum Bjarni Djurholm ætlar at finna eitt navn til í næstum.