Tíðliga í fjør beyð Føroya Tele, ella Telefonverk Føroya Løgtings, til tíðindafund, har nýggja GSM-fartelefonskipanin varð »presentera«.
Millum annað varð sagt, at 1. juni var skipanin tøk í teimum størru økjunum í Føroyum, og stutta tíð eftir tað, kundu føroyingar brúka sína GSM telefon uttanlands.
Men sum orðatakið sigur, at mongum brestur ætlan.
Juni mánaði fór aftur um og tað fóru fleiri aðrir mánaðir eisini. Nú skriva vit skjótt marts mánað í 99 og enn virkar skipanin ikki optimalt.
Vit hava spurt Andrass Róin um orsøkina til seinkanina.
? Orsøkin til at vit eru seinakaðir við GSM-skipanini er, at vit vóru ikki førir fyri at liva upp til altjóða krøvini um avrokning.
Hann sigur, at við NMT-skipanini er tað so, at tað verður avroknað eina ferð um mánaðin ella eina ferð um vikuna. Men við GSM skipanini eru altjóða reglur sum siga, at datamongdin skal verða operatørinum í hendi í seinasta lagið 36 tímar eftir samtaluna.
? Hetta er sambært ásetingarnar í GSMMOU, og vit skulu fylgja hesum reglum fyri at roamingavtalurnar kunnu koma ígjøgnum, sigur Andrass Róin.
? Fyri at liva upp til hesi krøv hava vit, saman við øðrum gjørt eina nýggja edvskipan til endamálið, leggur hann afturat.
Og sambært stjóranum, so er arbeiði komið so langt, at hann væntar, at fyrsta avtalan um roaming verður almannakunngjørd ein av allarfyrstu døgunum.
? Flestu avtalurnar og testirnar eru lidnar, tað vantar bert hetta, sigur hann.
Og tá tað er gjørt er einki til hindurs fyri at føroyingar brúka sína fartelefon í øðrum londum
Dekkar betri
enn NMT900
Í fjør varð greitt frá eini útbyggingarætlan, sum segði, at áðrenn 1999 varð farið afturum var dekningurin tann sami, sum á NMT900.
Hetta er eisini broytt, men tann positiva vegin, tí longu nú dekkar GSM-skipanin betri enn NMT900 skipanin ger.
? Onkur hol eru, eitt nú á Hósvíksleiðini, men tað verður rættað við at seta eina basisstøð hinumegin.
Andrass greiðir frá, at tað ikki verður gjørt meira við at útbreiða NMT-skipanina.
? Hon fellir eftir øllum at døma burtur í okkara grannalondum innan alt ov leingi, so tað er ikki rætt av okkum at fara at gera meiri við ta skipanina.
Hann viðgongur, at tað eftir øllum at døma var skeivt at TFL ikki fór undir GSM útbyggingina í 1992, men tað er so lætt at verða bakklókur, leggur hann afturat.
Prísurin fer niður
Tað er rættiliga kostnaðarmikið at tosa í GSM telefon. Tað kostar 3,50 í minuttin í dagtímunum og 1,75 á kvøldi, men sambært Andrassi, so er eisini ein broyting á veg á hesum øki.
? Eg dugi ikki at siga nær tað verður, men kundarnir kunnu roknað við, at takstirnir á GSM-fartelfoni, koma niður á NMT-støði innan eitt til tvey ár. Tá verður prísurin áviksavist 2 og 1 krónu um minuttin á degi og á kvøldi.