Fleiri lágtrýst fara komandi vikuna at flyta seg móti Íslandi. Hetta førir við sær regn og vind yvir Føroyar.
Í dag
Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í kvøld upp í hvassan vind, 15 m/s. Okkurt æl, men møguliga sólglotar. Hitin millum 4 og 8 stig. Í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassa vind, 10 til 15 m/s, av suðri og útsynningi. Regn og hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri til útsynning, 8 til 13 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni klárar í og sólin sær. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 3 og 6 stig.
Mikudagin
Út á dagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Fyrst okkurt ælið, seinni turt og møguliga sólglottar. Um kvøldið yvirhøvur skýggjað og um náttina regn. Móti morgni makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, og tað klárar í. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Hósdagin
Hann makar vindin í eitt gul av ymsum ættum, undir 6 m/s, seinni øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar, seinni yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 4 og 8 stig.
Fríggjadagin
Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt, men um náttina regn. Hitin millum 5 og 8 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein landsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt hendinga æl. Hitin millum 4 og 8 stig.