Eitt mál, ið hevur verið ávegis síðstu árini, fer nú í gongd. Tórshavnar býráð hevur í íløguætlanini fyri 2011 sett hálvaaðru millión krónur av til nýtt spælistað á Reinsaríinum, og á býráðsfundi hóskvøldið vórðu játtaðar 450.000 krónur til sáttmála um prosjektering, eftirlit og byggileiðslu.
Hetta er bara fyrsta stigið av trimum, og tað næsta stóra stigið í hesum arbeiði verður at bjóða arbeiðið út í høvuðsarbeiðstøku, so nú er henda spennandi verkætlan av álvara farin av bakkastokki. Vit síggja fram ímóti at fáa eitt gott spælistað, ið skal vera karmur um livandi tónleik, samstundis sum tað verður náttúrligur partur av mentanarliga umhvørvinum í Tórsgøtu.
Arbeitt verður eftir einum uppskoti frá Majfinni Norðoy, arkitekti, og sær henda ætlan veruliga áhugaverd út. Ein náttúrligur partur av allari tilgongdini verður, at vit sjálvandi fara at samskifta við tónleikarar og onnur, so vit kunnu fáa sum mest burtur úr hølunum.
Talan er um ein søguligan bygning, sum tí er rættiliga áhugaverdur at fáa blást nýtt lív í. Hetta er eitt av gomlu pakkhúsunum í søguligu Havnini, men við ætlanini at brúka tað sum spælistað, fáa vit vónandi blást nýtt lív í, so her kann verða skrivað nýggj søga í komandi tíðum.
Ítøkiliga er ætlanin at innrætta niðastu hæddina til spælistað í hesum árinum, og eingin ivi er um, at hetta spælistað kann fremst av øllum gerast eitt stað, ið veruliga kann fáa tónleikin at blóma. Tí er talan um eina støðu, har allir partar gerast vinnarar.
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri
Tjóðveldi