Nú kunnu føroyingar aftur veiða nebbafisk

Úrslitið av eini umfatandi hvalateljing er, at nú er tað aftur ráðiligt at veiða nebbafisk

Nú er aftur ráðiligt at fara undir eina avmarkaða veiði av nebbafiski í sjóøkinum ímillum Føroyar og Ísland.

 

Tað er ein av niðurtøðunum, NAMMCO hevur tikið eftir stóru og umfatandi hvalateljingina í 2015. NAMMCO er nevndin, sum umsitur havsúgdjórini í Norðuratlantshavi og eitt úrslit av hvalateljingini í 2015, er, at tað aftur er ráðiligt at áseta eina kvotu fyri nebbafiskaveiði. 

 

Í hesum sambandi er niðurstøðan hjá NAMMCO, at tað er ráðiligt at veiða 46 nebbafiskar um árið í økinum ímillum Eysturísland og Føroyar. 

 

Og eftir fund í NAMMCO í síðstu viku, har hvalateljingin varð viðgjørd, stendur fast, at tað tilmæli stendur við. Bjarni Mikkelsen, hvalagranskari á Tjóðsavninum, sigur, at hetta er eitt langtíðartilmæli til 2025.

 

Hann hevur áður upplýst fyri Sosialinum, at eitt úrslit av hvalateljingini er, at tað hevur aldrin verið so nógv til av nebbafiski í nakrari hvalateljing frammanundan, sum tað var í hesari seinastu. 

 

Hann sigur, at teljingin vísir, at stovnurin av Nebbafiski hevur verið í støðugari menning og at stovnurin er komin upp um 50.000 hvalir í Norðuratlantshavi. Men í økinum ímillum Føroyar og Ísland eru eini 25.000 nebbasfiskar.

 

Í Sosialinum í dag hava vit nógv meiri um stóru hvalateljingina í 2015, og tað er rættiliga hugaligur lestur fyri føroyingar og okkara grindadráp.