Hóast hann hevur biðið um 3 mill. kr. meir, fegnast Martin Næs, landsbókavørður, um tær 900.000 krónurnar, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur sett í fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár til føroyska bókasavnsverkið. Nettoútreiðslujáttanin fyri komandi ár verður 10,4 mill. kr. og inntøkan 1,06 mill. kr. Sostatt fær Føroya Landsbókasavn 11,4 mill. kr. at arbeiða við komandi ár. Umleið triðingurin av økingini í játtanini fyri næsta ár fer til lønarhækkingina, sum er 3%. Føroyska bókasavnsverkið hevur verið ógvuliga skert síðani kreppan tók við. Játtanin minkaði úr 15 mill. krónur í 1989 niður í 9 mill. kr., og hetta er samstundis sum bókasøvnini hava lagt um til edv.
- Fíggjarviðurskiftini hava verið út av lagi vánalig síðani 1989, og tí er tað heilt ótrúliga gott, at játtanin verður økt komandi ár. Vit eru nú í ferð við at fóta okkum og eru sera fegin um, at tað hevur verið lurtað eftir okkum. Men skulu vit virka eftir lógini um megin-, fólka- og skúlabókasøvn áttu vit at fingið væl meir. Hetta er ein byrjan og vónandi verður tað enn betri næsta ár, sigur Martin Næs.
Og tað hevur hann orsøk til at halda, tí sambært viðmerkingunum í fíggjarlógaruppskotinum er hækkingin liður í mentanarpolitisku raðfestingini og hevur til endamáls at gera bókasavnsverkið betur ført fyri at virka eftir lógini.
- Bókasøvnini á bygd fáa hækkaðan rakstrarstudning næsta ár, sigur Martin Næs.
Miðnámsskúlarnir við skerdan lut
Miðnámsskúlarnir kring landið eru framvegis við sviðusoð og eingi útlit eru fyri, at teir kunnu vænta betri bókasavnsviðurskifti komandi ár.
- Vit hava fleiri fyrispurningar um hjálp, men hava sum er ikki orku til annað enn at geva ráð. Hinvegin er spurningurin, um miðnámsskúlarnir ikki innan fyri teirra egnu játtan fáa betri viðurskifti á hesum øki. Endamálið er sjálvandi at røkka øllum, men lógin um bókasøvn fatar um bókasøvn í fólkaskúlanum, ikki miðnámsskúlunum. Kortini fáa miðnámsskúlarnir óbeinleiðis ágóða av øktu játtanini við tað, at bókasøvnini á bygd og í Havn fáa meiri pengar at arbeiða við, sigur Martin Næs.
Stórur tørvur
Á Landsbókasavninum og býarbókasavninum í Havn merkja tey hvønn dag, hvussu truplar umstøður næmingar í miðnámsskúlunum hava tað við ongum bókasavni.
- Vit senda bøkur kring alt landið. Tað hevði sjálvandi verið nógv høgligari, um bókasøvnini á staðnum kundu avgreitt hesar uppgávurnar. Har hevði til dømis borið til at útbygt bókasavnið í Fuglafirði, Vági og Klaksvík, sigur Martin Næs.
Umleggingin frá kortáseting til edv-skráseting av øllum tilfari heldur fram. Alt bókalán fer nú fram um edv-skipanina, sum í løtuni hýsir einari skráseting av umleið 60.000 bókum.
- Vit hava brúk fyri fleiri fólkum til hetta arbeiðið og partur av hækkingini í játtanini fyri næsta ár fer til hetta økið, sigur Martin Næs.
Bókabilurin enn einaferð
Bókabilurin, sum koyrdi út á bygd frá 1985 til 1993 við bókum til útláns, er ikki gloymdur enn.
- Á hvørjum ári síðani 1993 hava vit gjørt vart við, at vit ynskja at hann fer at koyra aftur. Tað snýr seg um eina íløgu á uml. 1,5 krónur í ein buss og so uml. 700.000 til raksturin á hvørjum ári. Bókabilurin hevði ótrúliga stóran týdning og enn í dag spyrja fólk, nær hann kemur aftur. Vit hava ikki slept vónini um, at hann kemur aftur, og nú vegasambandið er enn betri, er tað rímiligt, at hann kemur afturíaftur, sigur Martin Næs at enda í viðtali.