FÓLKASKÚLIN
Fyri góðari viku síðani lýsti Føroya Lærarafelag við eini yvirlýsing, sum sigur, at verður eingin avtala um KT-økið í fólkaskúlanum gjørd innan stutta tíð, noktar Føroya Lærarafelag limum sínum at arbeiða sum KT-vørðir frá komandi skúlaári. Álit er skrivað um økið og tilmæli gjørd, men hóast tað eru samráðingar ikki byrjaðar enn.
Ábyrgdina av hesum eigur Mentamálastýrið, sigur Føroya Lærarafelag. Men KT-økið er aftur eitt dømi um eitt tvíbýtt øki, sum ymisk stýri varða av.
- Mentamálastýrið hevur gjørt starvslýsing av KT-økinum, sum felagið hevur sóknast eftir. Hin parturin, tað sum hevur við lønina hjá lærarum at gera, skal Føroya Lærarafelag samráðast við Fíggjarmálastýrið um. Sjálvsagt er tað álvarsamt, um eingin undirvísing verður í KT komandi skúlaár. Lat okkum vóna, at viðurskiftini koma uppá pláss áðrenn. Vit hava brúkt nógva orku uppá savnsrøktarmálið og hava tí ikki verið inni á KT-málinum í langa tíð av tí sama, sigur Óli Holm, landsstýrismaður.
At enn ein blokada rakar føroyska fólkaskúlan, er sjálvsagt óheppið, ikki minst fyri næmingarnar. Spurdur um, hví tað er so trupult at fáa øll viðurskifti, ið eru avleidd av nýggju fólkaskúlalógini, í rætt lag, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum, at hvørja ferð eitt tungt mál er loyst, er tað næsta á borðinum.
- Og nógv tung mál leika alla tíðina á. Fólkaskúlin er eitt ógvuliga stórt øki og tað vísir seg, at partarnir ikki altíð eru samdir um, hvussu tað ymiska skal loysast. Eftir mínum tykki koma aktuellu trupulleikarnir í, tí semjan frá 30. apríl 2000 viðvíkjandi savnsrøkt og KT-vørðum ikki verður tulkað eins frá avvarðandi pørtum. Uttan at fara í smálutir kann eg bert staðfesta, at bæði álitini eru skrivað sambært semjuni, men einki stendur í semjuni um, hvat síðan skal fara fram, og sum kunnugt liggur samráðingarheimildin hjá fíggjarmálastýrinum og ikki hjá Mentamálastýrinum. Í mínari tíð sum landsstýrismaður í mentamálum er játtanin til fólkaskúlan økt góðar 12 mió. kr. og umframt 2 mió. til sernámsfrøðiligan tørv. Hetta sæst aftur, nú komandi skúlaár verður lagt til rættis, at ikki fyrr enn nú er undirvísingarliga tilfeingið á nøktandi støði. Nýggjur tímabýtislykil er gjørdur, sum javnsetur allar skúlar sambært ásetingunum í galdandi fólkaskúlalóg, uttan mun til, um teir hava framhaldsdeild ella ikki, sigur Óli Holm.
Einir 20 lærarar eru útbúnir sum KT-vørðar, síðani kunningartøkni kom inn um skúlagátt. Hesi árini hava teir arbeitt eftir eini fyribilsavtalu um røkt av KT. Kostnaðurin fyri niðurskurðin til hesar útbúnu telduvørðarnar í núverandi fíggjarári er 1,8 mió. kr. ella 90.000 kr. til hvønn, sambært tølum frá landsstýrismanninum. Útbúgvingina hevur Mentamálastýrið goldið og lærararnir hava fingið løn í útbúgvingartíðini.
So leingi sum KT-økið í fólkaskúlanum ikki er fingið í rætt lag, er ongin grund til at seta í verk eina nýggja útbúgving av KT-vørðum, heldur Føroya Lærarafelag.
Frætt
Um vikuskiftið hevur fólkaskúladeildin í Mentamálastýrinum latið við seg koma. Í fráboðan til Føroya Lærarafelag verður sagt, at reglugerðir fyri flokslærarar, skúlavegleiðarar og KT-vørðar, sum felagið hevur sóknast eftir síðani 1998, eru gjørdar og koma felagnum um hendir beinanvegin. Sambært forkvinnuni í Føroya Lærarafelag er fólkaskúladeildin sinnað at gera alt tey eru ment, fyri at fáa viðurskiftini í rætt lag.
- Tað vísir seg, at tað einasta, sum veruliga munar og loysir seg, er, tá ið vit langa nevan í borðið, blokera ella hótta við blokadu. At heita á myndugleikarnar og biðja teir avgreiða ymiskt, er eftir øllum at døma ikki nóg mikið, sigur Elsa Birgitta P. Petersen.