Nú letur Mylnuhúsið upp

Í nýggja barnagarðinum í Klaksvík er pláss fyri 66 børnum og í morgin verða dyrnar latnar upp fyri teimum fyrstu.

Tey stákast av øllum alvi á nýggja dagstovninum Mylnuhúsinum í Klaksvík. Tá ið vit høvdu leiðaran á stovninum, Hannu Thøgersen, í telefonini á døgverða mánadagin bíðaðu tey eftir farmaskipinum Lómi, sum flytir innbúgvið úr Danmark til Føroya. Annars er alt við at koma uppá pláss hóast onkur snøkil er eftir og mikumorgunin koma børnini.

- Vit eru øgiliga spent. Handverkararnir hava kýtt seg og starvsfólkini her somuleiðis, sigur Hanna Thøgersen, sum saman við teimum tíggju starvsfólkunum á stovninum tekur ímóti børnunum mikumorgunin. Hóast stovnurin letur upp í vikuni verður almenna móttøkan ikki fyrr enn leygardagin í næstu viku.

Tað er sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið, ið hevur keypt eini hús í Mylnugøtu til dagstovn. Mylnuhúsið verður ein integreraður stovnur við 12 vøggustovubørnum, 24 barnagarðsbørnum og 30 skúlabørnum. Av teimum 24 barnagarðsplássunum eru 14 til útibarnagarðin.

- Mylnuhúsið verður miðdepilin hjá útibarnagarðinum, men tey fara at halda til úti í Grøv, har vit hava leigað eini hús hjá KFUK. Bussur koyrir tey hagar hvønn morgun, sigur Hanna Thøgersen.


Frítíðarskúlin

Mylnuhúsið er fyrsti frítíðarskúlin í Klaksvíkar kommunu. Tey 30 skúlabørnini, ið fara at ganga har áðrenn og aftaná skúlatíð, verða býtt upp soleiðis, at helmingurin er fyrrapart og hin helmingurin seinnapart. Børnini í 1. og 2. flokki á Ziskatrøð vera fyrrapartin og børnini í somu flokkum í Ósáskúlanum vera seinnapartin.

Sostatt verða 66 nýggj ansingarpláss tøk í Klaksvík afturat. Men tað nøktar langt frá tørvin sum er.

- Mær kunnugt standa 80 børn á bíðilista at sleppa í vøggustovu og barnagarð, sigur Hanna Thøgersen.

Mylnuhúsið, sum er eitt eldri vanligt sethús, er sett í stand til endamálið soleiðis at tað lýkur allar treytir.

- Tey eru málað innan og onkur veggur er tikin niður, men annars eru ikki tær stóru íløgurnar gjørdar í húsið, sigur Hanna Thøgersen.

Nevndin fyri Mylnuhúsið er sett soleiðis saman, at Klaksvíkar kommuna velur tríggjar nevndarlimir og foreldrini at børnunum, ið koma at ganga á stovninum velja tveir nevndarlimir.